24. desember – Spegil

Mentanarritið Varðin ynskir øllum lesarum sínum einum gleðilig jól og eitt signað nýggjár. Vit enda okkara AdventsVarða við yrkinginin Spegil eftir Sylviu Plath, sum Sólrún Michelsen hevur týtt. Yrkingin varð prentað í Varðanum 83 nr 1, 2016. Hesin Varðin fæst ikki longur til keyps, men kann sjálvandi lænast á bókasøvununum.

19. desember – Fátækt lív

Í Varðanum 84, nr 2, 2017, hevur Øssur Johannesen fleiri týðingar av yrkingum hjá Gustaf Munch-Petersen, danskur høvundur og málari. Her er yrkingin Fátækt lív. Hesin Varðin fæst enn antin í bókabúðunum ella hjá Bókamiðsøluni.

16. desember – Lapis-lazuli

Varðin er ikki bara tekstur, myndlist av ymsum slag fær eisini pláss, sum t.d. her, har Mia Haldursdóttir Smith hevur bæði tekningar og yrking. Her eru tvey brot úr longri yrking, sum stóð í Varðanum 86, 2019. Hesin Varðin fæst enn antin í bókabúðunum ella hjá Bókamiðsøluni.