12. desember – Brot

Nýggjasti Varðin, nr 89, 2022, hevur nógv áhugavert at bjóða, stuttsøgur, yrkingar, ummæli og fleiri greinar um ymiskt mentanartilfar.

Anna Maria Dam Ziska hevur skrivað eina áhugaverda grein um samtíðalist í samband við framsýningina “Brot” sum er í Listaskálanum í hesum døgum. Lesi greinina alla sum hon er í Varðanum (sum fæst í bókabúðunum) og far niðan í Listaskálan og síggj framsýningina.

Til ber eisini at tekna seg sum haldara av Varðanum, og fáa hann við postinum, so skjótt hann kemur út.

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Comments are closed.