Haldara av Varðanum og øll, ið annars eru áhuga í føroyskum bókmentum og list sum heild, kunnu nú gleða seg, tí Varði nr. 87, 99indi árgangur er farin í prent.
Tann 22. november verður útgávutiltak á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum har fleiri av teimum, ið hava tekstir við í hesum Varðanum, fara at lesa upp. Øll eru vælkomin, men vegna krúnukrím er neyðugt at tekna seg til tiltakið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.