Gott nýggjár og takk fyri tað farna! Jólini vara ongantíð til páskir, men viðhvørt varir eitt ár í 13 mánaðir. Tað gjørdi 2016 í øllum førum hjá undirritaðu. Men nú eru seinastu próvtøkuuppgávurnar latnar inn, og seinastu Varðasamsýningarnar fyri 2016 farnar avstað. So nú kennist tað, sum eg kann seta hol á 2017.
Fyrsta freist er fyrsta mars
Nú fer fyrireikingin av ársins Varðum veruliga í gongd, og eg kann boða frá, at mentanarritið kemur út tvær ferðir í ár. Freistin til várútgávuna er longu 1. mars, og tit eru vælkomin at senda tilfar inn til ritstjóran: dorit@grein.fo
Vit hava longu fingið nógvar spennandi tekstir, og vit vita eisini um fleiri áhugaverd hugskot, sum eru ávegis, men vit taka fegin ímóti meira tilfari. Bert tú okkurt á brósti, sum tú kundi hugsa tær at felt á blað? Liggja yrkingar ella stuttsøgur í onkrari telduskuffu hjá tær? Er okkurt minnisbrot ella søguligt afturlit, sum tú kundi ríka samtíðina við? Kundi tú hugsað tær at ummælt onkra mentanarvøru? Skriva til mín, so kunnu vit finna út av, nær og hvussu Varðin kann vera tín pallur.
Takk fyri 2016
Ársskiftið – eisini tað sum rakar ein mánað ov seint – er merkt av bæði afturliti og framliti. Og tí vil eg nýta hetta høvið at takka teimum 45 rithøvundunum, fimtan myndlistafólkunum og sjey týðarunum, sum fyltu síðurnar í Varðanum í fjør við áhugaverdum, hugvekjandi og fjølbroyttum tilfari. Uttan tykkum, eingir Varðar. Og uttan so dygdargott tilfar, sum tit ríkaðu Varðan við í fjør, so hevði eg ikki verið so stolt og glað fyri mentanarritið, sum eg eri. Takk fyri yrkingarnar, takk fyri stuttsøgurnar, takk fyri prátini, takk fyri greinar, hugleiðingar, heiðursrit, listaverk og ummæli. Tað er veruliga við eyðmýkt, at eg samskipi eini verkætlan, ið so nógv dugnalig fólk vilja taka lut í.
Ritstjórn og skrá
Onkur spurdi meg, hví eg ikki skrivaði inngang í Varðanum. Eg umhugsaði at gera tað í fjør, men slerdi av, tí tað ikki hevur verið siðvenja í Varðanum tey allar flestu árini í søgu ritsins. Men kanska var tað ein skeiv avgerð, tí sjálvandi er Varðin ikki ein tilvildarlig samanseting av tí, sum fólk so hissini senda inn til ritstjórnina. Sjálvandi liggja nakrir ritstjórnarligir tankar í hvørjari útgávu. Dygdin í Varðanum er fyrst og fremst knýtt at teimum dugnaligu rithøvundum, sum hava skrivað. Tað kemur nógv tilfar inn, og ikki alt sleppur við. Sumt er ikki búgvið til útgávu, men vælskrivað og áhugavert tilfar kann eisini verða útsett, tí tað onkursvegna ikki verður mett at hóska til heildina.
Varðin var í sínum uppruna ætlaður at vera tjóðarbyggjandi, og mentanarritið hevur í gjøgnum tíðina spegla ymiskar politiskar og mentanarpolitiskar hugsjónir. Nógv er hent hesi skjótt 100 árini, ritið er komið út, men Varðin er framvegis einasta føroyska mentanarritið, sum bæði hevur skaldskap og yrkistekstir, og bæði viðger samtíðar list og siðsøguligan arv. Men uppgávan er ein onnur, enn hon var, tá fyrstu Varðarnir vóru skrivaðir, avbjóðingarnar fyri føroyska málið og føroyska samfelagið eru nakrar aðrar, og mentanarliga ríkidømi og fjølbroytni eitt annað. Hetta eigur Varðin at spegla. Ritstjórnarliga verður tað gjørt í einum opinleika mótvegis tí, sum rørir seg í samfelagnum og tí, sum kemur inn til Varðan.
Ein ávís dygd verður sjálvandi kravd, og ymisk tema og ymisk rák kunnu verða drigin fram í teimum einstøku Varðunum, men sum ritstjóri havi eg ikki nakra ávísa bókmentaliga ella listaliga skrá, sum Varðin verður stýrdur eftir, skilt á tann hátt, at eg t.d. ikki ætli bara at hava abstrakta list ella bara modernistiskar tekstir við í mentanarritinum.
Ætlanin er tó, at Varðin skal hava sín egna samleika. Útsjóndin skal vera til at kenna aftur, og innihaldið skal hava ein fastan karm. Í hvørjum Varða skulu (í minsta lagi) vera: ein samrøða við mentafólk, eitt heiðursrit til persón ella stovn, ein bókmentalig grein, eitt listaligt úrval, ein siðsøgulig grein, ein brellbiti úr komandi ella nýggjari bókaútgávu umframt yrkingar, stuttsøgur og ummæli. Upprunað føroyskt tilfar skal fylla mest í Varðanum, men Varðin má ikki vera ov innfjarur, og pláss skal eisini vera fyri týðingum.
Tað er ringt at taka dagar ímillum, tí eg var sera fegin um alt, sum fór í Varðan í fjør. Men skal eg afturlítandi draga okkurt fram, so sita yrkingarnar eftir Vónbjørt Vang og Lív Mariu Róadóttir Jæger eftir sum serlig lesiupplivilsi, grindaúrvalið hjá Solveig Hanusardóttir Olsen var týdningarmikið at fáa í Varðan, og tað var ein frægd at vit kundu fevna so vítt, at Bjarni Arge skrivaði um føroyska miðlalandslagið, Sanna Andrasardóttir Dahl um økokritikk, og Óli Jacobsen um gamla M.C. Restorff. Tey 13 fólkini sum skrivaðu ummæli í Varðanum í fjør gjørdu eisini eitt týdningarmikið íkast.
Í seinasta Varða helt eg tað vera stuttligt, at seta tríggjar frásagnir saman og kalla tær allar ferðafrásagnir. Tekstirnir eftir Guðrið Poulsen, Gunnar Hoydal og Sámal Jákup Petersen vístu í sínum ymiskleika, hvat tekstur og frásøgn kann, og ikki minst, hvussu vit síggja og uppliva heimin. Guðrið skrivar næstan kropsligt, ferðin er eitt taktilt upplivilsi, Gunnar upplivir nú’ið ígjøgnum tað, sum áður er skrivað, og talan verður tí um eina djúpa hugans ferð, og so er tað Sámal Jákup, sum lýsir eina skipsferð ígjøgnum ein praktiskan veruleika, har tað er skip, manning og logbók, sum seta skránna. Hvør í sær eru greinarnar áhugaverdar, men settar saman fáa tær eina eyka dimensión.
Millum týddu íkastini í fjør var eg serliga glað fyri spildurnýggju stuttsøgurnar. Turið Sigurðardóttir hevði týtt “Flóttarnir í baðirúminum” eftir Jóhann Þórsson úr Íslandi, og Sámal Soll hevði týtt “iHolið” eftir írska Julian Gough. At vit so fingu loyvi at seta Minecraft endayrkingina eftir sama rithøvund í Varðan gjørdi tað ikki verri. Og so kunnu tað vera meira tilvildarlig hugskot, sum tað hava tveir Varðar, sum týðuliga hoyra til tvær ymiskar árstíðir. Tað royndi eg í fjør, og kanska onkur lesari hevur merkt árstíðina í øðrum enn teimum báðu frálíku permumyndunum, sum Ingi Joensen hevur gjørt úr listaverkum eftir Hansinu Iversen og Marius Olsen.
Ein serlig tøkk til nevnd og lýsarar
Nú eg hyggi aftur á fyrsta árið sum ritstjóri í Varðanum, vil eg eisini senda eina serliga tøkk til nevndina í Varðanum, Zakarias Wang, Óla Jacobsen, Jon Hestoy og Rólant Dam (varalimur). Takk fyri gott samstarv, takk fyri tað álit, tit hava víst mær, og ta hjálp, tit altíð eru til reiðar at veita mær.
Og so fari eg at senda eina heilt serliga tøkk til teir lýsarar, sum stuðlaðu Varðanum í fjør. Uttan tykkum, hevði tað ikki borið til at biðið so nógv fólk skrivað í Varðan, uttan tykkara stuðul hevði tað í øllum førum ikki borið til at samsýnt okkara rithøvundum. Tí eri eg hesum lýsarum sera, sera takksom: Norðurlandahúsið, Sprotin, , JFK, Rit & Rák, Føroya Prent, Christian í Grótinum, Føroya Fólkaháskúli, Mentanarhúsið í Fuglafirði, H.N. Jacobsen Bókahandil, Býarbókasavnið í Havn, Klaksvíkar bókasavn og Ungu Føroyar. Takk fyri stuðulin! Eisini ein tøkk til Mentanargrunnin fyri stuðul.
Og so tann størsta tøkkin: Til limir Varðans og til tykkum, sum keypa hann. Takk fyri!
Hesi skrivaðu í Varðanum í fjør
Samrøðurnar í fjør vóru við Marjun Syderbø Kjelnæs og Sakaris Stórá. Vit takka fyri munnligu orðini frá teimum. Permumyndirnar áttu Hansina Iversen og Marius Olsen, og í Varðanum var annars list eftir Frederik Theodor Kloss, Sámal Joensen-Mikines, Fridu Zachariassen, Zacharias Heinesen, Thomas Arge, Jógvan Svarrason Biskupstø, Pernille Kløveddal Helweg, Hans Paula Olsen, Edward Fuglø, Tórodd Poulsen, Heiðrik á Heygum, Hansinu Iversen, Oskar Schlemmer og Guðrið Poulsen.
Tey, sum góvu tekstir út í Varðanum í fjør, vóru: Sólrún Michelsen, Hanus Kamban, Marna Jacobsen, Sylvia Plath, Katrin Reinert, Jóhann Þórsson, Dorit Hansen, Tóroddur Poulsen, Turid Thomsen, Agnar Artúvertin, Bjarni Arge, Firouz Gaini, Malan Poulsen, Vónbjørt Vang, Solveig Hanusardóttir Olsen, Knút Háberg Eysturstein, K.E. Løgstrup, Kristinbjørg Høgnesen, Óli Jacobsen, René Hjelm, Símun Absalonsen, Lydia Didriksen, Eyð Berhamar Jacobsen, Torbjørn Jacobsen, Ylva Eggehorn, Lív Maria Róadóttir Jæger, Kim Simonsen, Ragnar Sigrunarson, Birgir Kruse, Martina L. Huhtamäki, Sanna Andrassardóttir Dahl, Guðrið Poulsen, Jóanes Nielsen, Gunnar Hoydal, Sámal Jákup Petersen, Julian Gough, Turið Sigurðardóttir, Jóhan Martin Christiansen, Jóan Pauli Joensen, Jústinus Leivsson Eidesgaard, Eyðun Klakstein, Silja Aldudóttir, Jónheðin Herason Tróndheim, Erhard Jacobsen og Heidi Lindenskov Róadóttir.
Týðarar vóru: Sólrún Michelsen, Turið Sigurðardóttir, Eilif Samuelsen, Hanna Jensen, Kári Purkhús, Rúna á Rógvi, Sámal Soll og Nicolina Dahl.
Verður tú við í 2017?
Dorit Hansen, ritstjóri
dorit@grein.fo