Vit vóru so heppin at fáa eina yrking eftir Ebbu Hentze at seta í Varðan bind 84, hefti 1, sum júst er komin út.
“Tú ræðist grálýsið” eitur yrkingin, og hon endar við orðunum:
::
og gamli maðurin
sum hálar kúvingalínuna inn
eitt høvd fyri
annað eftir
::
Í Varðanum bind 83, hefti 1, sum kom út í fjør vár, hevði Sólrún Michelsen eina týðing eftir amerikanska rithøvundin, Sylviu Plath.
Yrkingin eitur Spegil og endar við reglunum:
::
Hvønn morgun er tað andlit hennara, sum loysir myrkrið av.
Í mær hevur hon druknað eina unga gentu, og í mær reisist
Ein gomul kona móti henni dag um dag sum ein ræðuligur fiskur.
::
Mær dámar, at hesar yrkingarnar tosa saman úr hvør sínari várútgávu av Varðanum.
Og eg eri takksom fyri, at Sólrún Michelsen sendi mær týðingina, og Turið Sigurðardóttir, sum í sínari tíð fekk yrkingina frá Ebbu Hentze, gav okkum høvi at seta hana í Varðan.
Til ber at tekna seg sum lim í Varðanum her: http://www.mentanarrit.fo/?page_id=48