Skjót fyrst – Inngangur í Varðanum 84,2

Vit spyrja ikki: Hava vit brúk fyri einum fólkaskúla í 21. øld? Og vit ivast ikki í, at okkum tørvar matvøruhandlar í 2017. Í báðum førum er tørvurin týðuligur, og hann verður nøktaður við ávikavist almennari fígging og privatari sølu.

Tá vit spyrja, um vit hava brúk fyri einum føroyskum mentanarriti, merkir tað so, at sjálvur spurningurin prógvar ónyttuna?

Varðin hevur sína søgu. Sína stoltu søgu. Men Varðin í dag skal vera Varðin í dag. Hann byggir á ein arv, men er hann ikki viðkomandi í dag, hevur hann ikki eitt veruligt tilverugrundarlag.

Mentanarritið er heldur ikki ein persónligur pallur hjá tí, sum nú einaferð er ritstjóri. Hann skal fevna víða, og hann skal spegla í øllum førum ein part av tí mentanarliga fjølbroytni, sum boblar og spruttar ymsastaðni í hesum deiliga pinkulandi.

Skjót fyrst og spyr seinni. Og aftur hesa ferð fært tú, góði lesari – og ikki minst góði limur í felagnum Varðin – eitt mentanarrit við greinum, søgum, yrkingum, fyrilestri, brellbita, úrvali, heiðursheilsanum og ummælum.

Fyri aðru ferð hevur Lív Maria Róadóttir Jæger tvær yrkingar í Varðanum, og undirritaða gleðir seg til næsta savnið hjá dugnaliga yrkjaranum. Fyrsta savnið, Hvít sól, var eitt nýbrot í føroyskum høpi, og tað er løgið, at tað ikki hevur givið størri afturljóð bæði í viðgerð og í viðurkenning.

Savnið hevur heldur ikki verið ummælt í Varðanum, og tað er í veruleikanum ikki lætt at fáa fólk at ummæla. Grundgevingarnar eru ymiskar, og kanska spyr ritstjórin ikki nóg nógv og nóg ofta, men fimm ummæli eru við í hesum heftinum. Tvey stuttsøgusøvn, tvær yrkisbøkur og ein orðabók verða ummæld.

Í fyrsta bindinum, sum undirritaða ritstjórnaði, var ein fín íslendsk stuttsøga eftir Jóhann Þórsson, sum Turið Sigurðardóttir hevði týtt. Í hesum Varðanum eru tvær stuttsøgur eftir ungar grønlendskar rithøvundar. Tað er áhugavert at fylgja gongdini í Grønlandi, har ítøkilig átøk eru gjørd fyri at fáa fleiri ung at skriva.

Føroyskar eldsálir sum Rakel Helmsdal, Oddfríður M. Rasmussen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð eiga rós fyri at hjálpa ungum rithøvundaspírum í gongd í Føroyum, og vónandi fær kreativ skapan og skaldslig skriving enn størri rúmd í skúlunum. Í fjør setti miðnámsskúlin Glasir eina stuttsøgukapping á skrá. Helena Joensen vann aðru virðisløn, og hennara søga er við í hesum Varðanum.

Mentanin er andadrátturin í landinum. Vit anda inn, og vit anda út. Óli Olsen greiðir í grein frá um John West, sum kom higar av tilvild, fekk alsk til landið, gav út søgubók um Føroyar og gjørdi fyrstu ensku týðingina av einari føroyskari skaldsøgu. Og í heiðursdoktarafyrilestri greiðir Hanus Kamban frá um tey sambond, ið Hans Andrias Djurhuus hevði í Noregi, og hvønn týdning ferðir og samstørv landanna millum høvdu fyri føroyska tjóðarbygging fyrst í tjúgundu øld.

Tað er eftir mínum tykki púra óviðkomandi og rættiliga óálítandi at viðgera føroyska mentan – og føroyska bókmentan – sum var hon ein verð fyri seg. Vit eru menniskju fyrst og fremst. Tí raka yrkingarnar eftir Gustaf Munch og ritroyndin eftir  Hélène Cixous okkum, og tí skal Varðin peika bæði inn og út og aftur og fram.

Føroyar vekja ans uttanlands í hesum døgum, men tað eru bara vit – føroysku miðlarnir – sum kunnu varpa ljós á føroyska mentan á føroyskum máli. Og tí mugu vit gera tað. Erland Viberg Joensen lýsir, hvussu Havnin er vaksin og flutt, og í úrvalinum hesaferð prikar Damudomitoymið til okkara málsligu kynsójavnvág við m.a. mynd av bløðandi undirlívi í Sandagerði.

Tað eru nógv skot eftir í byrsuni. Og longu nú liggja bæði søgur, yrkingar og greinar og bíða eftir næstu útgávu av Varðanum.

So skulu vit ikki bara halda á at skjóta?

Men spyr endiliga.

(Dorit Hansen)

Bookmark the permalink.

Comments are closed.