Í 85. bindi av Varðanum ummælti Trygvi Danielsen yrkingasavnið Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen, og í samband við at Jóanes Nielsen er tilnevndur bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri savnið, seta vit ummælið á bloggin og ynskja Jóanesi góða eydnu í kvøld.
GUDAHØVD
UMMÆLI
Trygvi Danielsen
Jóanes Nielsen, Gudahøvd, Mentanargrunnur Studentafelagsins. 84 bls., 174 krónur.
Tað eru ikki nógvar yrkingar, sum geva mær gásarhold, tá eg lesi tær fyrstu ferð. Tað gjørdi ein í hesum tíggjunda savninum eftir Jóanes Nielsen. Hon eitur “Berligt leiði”, byrjar á síðu 73 og hevur fimm ørindi ella brot, sum tað kanska er betri at kalla tey. Tvey tey fyrstu brotini snúgva seg um eina kvinnu, “ein av hesum karvandi dísunum”, sum fjeppast uppi í yrkjaranum, og hvussu Jóanes so svarar henni aftur. Triðja brotið stendur uttan slank:
Tá eg kagi í tey eldru yrkingasøvnini má eg staðfesta at míni avrik
gerast støðugt soltnari
eisini mín sjálvkensla og profetagóðsið tærist
dreymin um at skriva hitt stóra kvæðið um plantur
djór og menniskju
skuldi eg kanska litið upp í hendurnar á onkrum øðrum
og møguliga yngri.
Hetta er nakið og húðarleyst. Tað er metaskaldsligt, tað loypur av síðuni og tað rínur við. Eitt sterkt brot, sum hevur bit, nærveru og sjálvrannsakan, sum er ein av træðrunum í savninum. Síðan kemur tað fjórða brotið, ið er myndborið, poetiskt og sipar møguliga til einsemið um lívsins heyst, og at enda stendur tað fimta:
Kom kæri deyði
fagna mær á stíggjunum har ongar lyktir lýsa
eri barn av ongum
ætli mær ongastaðni
í ævileikans svøvnskemmu
bíðar mær eitt berligt leiði.
Hetta hevur flott huglag og nokkso klassiskt stev, eitt sindur sum ein Dylan Thomas-yrking. Samstundis sum tað er tilveruliga vónleyst, er tað eisini kærleiksríkt og uggandi. Sera árinamikið.
Mann hoyrir eyðkendu rødd Jóanesar fyri sær, tá mann lesur hetta savnið. Yrkingarnar eru prosaiskar og hava ikki skund, men kortini hava tær framtakshug, sum leiðir lesaran støðugt gjøgnum setningarnar. Reglur byrja ofta við tí klassiska “Áh” ella “áh!” sum hevur eitt ávíst huglag og stev við sær.
Yrkjarin brúkar sjáldan grammatiskt komma, setir óregluligt punktum, og hvørsfalsbendingin er ikki deyð í hansara máli. Hann hevur serligt hegni til góð, snøgg orð, sum ikki ofta stinga seg upp í føroyskari málnýtslu, eitt nú: Lind, glósa, skruva, syvja, kvinka, óra. Sprota tey, um tú ivast. Jóanes hevur, eins og til hesi smáu, fínu orðini, eisini tokka til óvikandi lýsingar av tí fúlara slagnum, til dømis um skøkjur, at horast, kynshár, land, spýggju, at skíta, lallið, skólpin, arsin, murtin, tortureraðar pungar og heinginossini undir eldru harrum. Hesi kanst tú eisini sprota, men eg frámæli myndaleitingum á Google.
Frásøgnin snýr seg ofta um Jóanes sjálvan, og hann tekur okkum á ferð kring heimin og aftur í tíð. Vit verða navnkend við eitt ótal av fólki og hendingum úr heimssøguni, men hann førir okkum eisini aftur til løtur úr egnum barndómi, sum verða lýstar við góðari nærveru.
So er tað djórini. Tey eru eitt høvuðstema í savninum og standa ofta í samband við veiðu, slátur ella deyða. Bókin hellir til eitt biosentriskt sjónarmið, ið javnmetir alt lív, mótvegis antroposentrismuni, sum hevur menniskjuna í miðdeplinum. Yrkingin “Hálvgamal upsadrepari”, sum byrjar á síðu 20, er eitt gott dømi. Í henni stendur:
Ærað veri minnið um upsan og um alt sum hevur livað
drúvurnar sum endaðu í pressuni
dúnið í koddunum
búffarnir á pannuni
og ein dagin verða vit sjálvi tærd av blindum moldverum.
(…)
Ærað veri tað kókaða eggið
ullin sum vermir fingrarnar
lakin ið angar av olivin og spiki og hørðum arbeiði.
(…)
vælsignaðar veri tær moldverur sum finna føðslu í
mínum leivdum.
Yrkjarin ærar minnið um upsan og alt lív gjøgnum leivdirnar av teimum verum, sum vit nýta ella njóta. Eisini drúvurnar sleppa upp í part sum livandi verur. At enda vælsignar hann moldverurnar, sum finna føðslu í hansara leivdum. Tað er ein heiðran av lívsins ringrás. “Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!” stendur í 1. mósebók, sum verður nevnd tvær ferðir í savninum. Evolutión er eisini eitt fyribrigdi, sum verður beinleiðis og óbeinleiðis nevnt fleiri ferðir. Í “Hálvgamal upsadrepari” stendur soleiðis:
Skaldið Rumi manaði fram tilverunnar evolutionera høpi:
Í byrjanini vart tú eitt mineral
síðani planta
sevjan ornaði og varð til blóð undir djórafeldi
umsíðir varð tú menniskja við vitan, skili og við trúgv
aftan á lokið mannaskeið
eingil.
Hetta er í tráð við biosentrismuna, sum er ein hugsjón, ið hevur politiskt samband við sosialismu og anti-kapitalismu, sum eisini eru megintræðrir í savninum. Í mótsøgn til hetta finna vit eitt slag av økonihilismu á síðu 29 í yrkingini “Hvat so?” har yrkjarin setir spurnartekin við, um okkum veruliga tørvar alt hetta lívið á jørðini. Hann endar yrkingina við at skera inn á bein: “Ein sjúk planet / melur líka væl sum ein grøn av slagnum.” Yrkingin skal helst skiljast við speisemi.
Jóanes tosar nógv um og við Gud í hesum savninum. Vit kunnu skriva eina ritgerð um tað evnið aleina, men lat okkum bara siga samanumtakandi, at Jóanes hevur eitt speiskt, háðandi og ákærandi tónalag, tá tað snýr seg um Gud úr Bíbliuni. Í “Metafysikkur teirra flýggjandi” á síðu 25 stendur øgiliga beinleiðis, at Gud er ikki til, men so sigur hann hetta:
at tosa um tilveru Guds
merkir at mann viðger mikrobur og bakteriur og tær longu røtur
sum halda saman heiminum.
Her setir hann Gud í lívfrøðiligan samanhang, sum kundi bent á eitt andaligt samband við náttúruna, men hetta brotið kann eisini skiljast samfelagsligt ella sosiologiskt á tann hátt, at religión bindur heimin saman, tó at yrkjarin helst ikki er religiøsur maður sjálvur. Í “Sætta bíðirúm” gevur hann rithøvundum ábyrgdina av at skapa Gud úr skriftunum. Í teirri síðstu yrkingini í savninum, “Tað følvar undan ælabogum”, sigur hann soleiðis um trúgv:
[…]
alt snakkið um gudar
er fráboðan um trúarloysi
at eldur longu hevur herjað í teimum høgu sølum.
Trúgvi á mítt blóðtrýst
máttin í uppreistrinum
evnini at týða fuglameingið
ella eitt gamalt bræv.
Yrkjarin trýr á tað kjøtliga, uppreisturin, tað skrivaða orðið og evnini at týða fuglameingið, sum leiðir okkum aftur til biosentrismuna. Fuglurin og fiskurin eru mest afturvendandi djórini í savninum, og eg havi hug at taka tvær fiskayrkingar fram, ið eru systuryrkingar hjá “Hálvgamal upsadrepari”. Tann fyrra er “Grá eygu” á síðu 55, tá Jóanes tekur eina hýsu av lívi. Hann sær okkurt í eygunum á henni, sum drenar máttin úr hondini á honum. Tað kann skiljast sum sálin í fiskinum. Hann samanber so okkum menniskju við hýsuna á beituni, men okkara agn eru pengar, søtlig smír og halgar skriftir. Síðan er tað “Meidd hond” á síðu 69 um ta ferðina, Jóanes meiddi sær hondina í hóslag við ein kalva. Kalvahøvdið hevur uppiborið heiðurin fyri, at Jóanes situr til borðs við meiddari hond:
Hálvgapandi lá tað stóra høvdið á fatinum
helt tað vera í so ógvusligt at kalla tað eitt gudahøvd
men júst tann tankan hugsaði eg
eitt gudahøvd av havsins botni
vígt okkum.
Hetta bindur saman tvey av høvuðstemunum, nevniliga Gud og djórini. Gud, tann kristni, verður sjáldan umtalaður tignarliga í savninum, men tað verða djórini, og Gud fær eina ávísa æru gjøgnum tey av tí, at Hann onkursvegna finst í kalvahøvdinum. Gudahøvd kann sjálvandi skiljast meira mýtologiskt enn kristið. Eg hugsi um gamlar polyteistiskar religiónir, ið brúka djórahøvd sum umboð fyri sínar gudar. Gudahøvdini ganga aftur í skreytmyndunum, sum Rannvá Holm Mortensen hevur gjørt til savnið. Tær eru seks í tali og avmynda djóraverur, høvd, skøltar, sum eru mýtisk á at líta. Pappírið er tunt, so motivini síggjast ígjøgnum yrkingarnar og ekkóa í bakgrundini, tá vit hava blaðað framvið. Tað riggar heilt væl, og tað ger einfalda, lekkra perman eisini.
Nú hava vit tosað nógv, men vit hava lítið sagt. Hetta savnið rúmar fleiri evnum og nuansum, enn vit hava stundir til at viðgera her. Hexalogiin “Biðirúm” (fyrsta til sætta) bindur savnið saman og hevur ein eksistentialistiskan brodd, sum verður væl avrundaður í systuryrkingini “Innast inni standa vit altíð við eina lending og bíða”, hvørs niðurstøða býr í heitinum. Henda yrkingin er eisini sera nærverandi, gerandislig og persónlig, og tað klæðir Jóanesi væl. Hesar lýsingar, sum hava støði í familju- og mikroviðurskiftum, eru kanska tær, sum sita best, eitt nú “Mín kæra lampa”, “Seinasta stráið”, “Durastavur” og “Ættin”. Nógv av tí religiøsa og politiska situr eisini ótrúliga væl, t.d. “Ákallan” og “Tign”, men okkurt annað, so sum “Reyði gleðiboðskapurin”, kundi tað sama verið strikað.
Tað er ringt at seta orð á heildarkensluna, sum ein situr eftir við, tí savnið er fjølbroytt í tema og tóna. Kanska er sterkasta kenslan, at Jóanes er blivin eldri, og deyðin er blivin meira veruligur. Á síðu 7 stendur:
Royni at vera sannur
tí kundi hetta verið seinasta kvøðan skrivað av einum sum
tíðliga í lívinum ognaðist ta lítlu vekt at viga orð á.
Lat okkum vóna, at Jóanes eigur fleiri kvøður at ríka okkum við, tí hann er framvegis av stinnastu yrkjarum, hóast hann kanska ikki longur sær ein profet í speglinum. Tann eyðmjúkleikin kann gerast hansara besti eginl