Andri Snær í Føroyum við fyrilestri og Bónusyrkingum

mynd frá heimasíðu rithøvundans

Í næstu viku vitjar íslendski rithøvundurin og umhvørvisaktivisturin Andri Snær Magnason í Føroyum.

:

Andri Snær vitjar í Føroyum bæði í samband við árliga fundin hjá norðurlendsku umhvørvisfelagagsskapunum, sum í ár verður hildin í Føroyum, og tí at yrkingasavn hansara, Bónusljóð, kemur út í føroyskari týðing. Bónusljóð er eitt tað mest selda yrkingasavn í søgu Íslands. Yrkingasavnið hevur tilvísingar í ymsar ættir, er skemtingarsamt og samfelagskritiskt.  Sanna Andrasardóttir Dahl hevur týtt, og forlagið Ungu Føroyar gevur út.

Fyrilesturin við heitinum “Um tíð og jøklar” verður í Perluni í Havn hósdagin 31. august, kl. 17.

::

Eftir fyrilesturin verður pallborðskjak um náttúruvernd, tá ið tað snýr seg um orkuútbyggingar og orkupolitikk, og Føroya Náttúruverndarfelag sigur í innbjóðing til fundin:

“Í Føroyum eru vit í løtuni í gongd við stórar orkuútbyggingar, sum fara at hava stóra ávirkan á náttúru og umhvørvi. Samstundis er arbeiðið farið í gongd at smíða nýggja náttúruverndarlóg. Umráðandi er nú at seta spurningin, hvussu tað ber til at sameina grønan orkupolitikk og náttúruvernd?”

“Andri Snær Magnason hevur seinastu árini miðvíst funnist at verandi tránýtslu av íslendsku náttúruni. Í fyrilestrinum ferðast Andri gjøgnum vísindi, yrking, mytologi, politikk og persónligar eygleiðingar og vísir, hvussu støðan í Íslandi kann nýtast til at skilja heimsumfatandi umhvørvisligar trupulleikar.”

:::

Sanna Andrasardóttir Dahl, sum hevur týtt Bónusljóð til føroyskt, hevði í fjør grein í Varðanum um ritverkið hjá Andri Snær Magnasyni við serligum atliti til økokritikk. 

Við loyvi frá rithøvundanum er greinin nú tøk her á blogginum hjá Varðanum:

::::

Gleðigleimur, kærleiksstjørnur og grønvasking – Økokritikkur hjá Andra Snær Magnasyni

Grein eftir Sannu Andrasardóttur Dahl í Varðanum bind 83, hefti 2:

Íslendski rithøvundin, Andri Snær Magnason (f. 1973), hevur seinastu árini rættiliga gjørt vart við seg í íslendska samfelagnum. Hann hevur eitt nú skrivað skaldsøgur, sjónleikir, yrkingar, stuttsøgur og yrkistekstir. Hansara verk eru týdd til nógv mál, sjónleikirnir eru sýndir í nógvum londum, og hann hevur vunnið fleiri virðislønir. Hann stillaði eisini upp til íslendska forsetavalið, ið júst hevur verið. Hjartamálini hjá honum, bæði í bókunum og í tí politiska virkseminum, eru grøn.
Hóast tær tríggjar bøkurnar hjá honum, ið eg her fari at viðgera – ein barnabók, ein framtíðarskaldsøga og ein sonevnd sjálvhjálparbók – tykjast ógvuliga ymiskar, hava tær ein gjøgnumgangandi grønan tráð. Grøni tráðurin er kritikkur av tí modernaða nýtslusamfelagnum, óvikaligu trúnni á tøkni og ránnýtsluni av náttúruni. Kritikkurin í bókunum eftir Andra Snær Magnason er v.ø.o. økokritiskur.

Men hvat er økokritikkur?
Økokritikkur er eitt náttúru- og umhvørviskritiskt sjónarhorn, sum tey seinastu árini er blivið sjónligari í norðurlendskum bókmentahøpi. Økokritikkur er í stuttum bæði ein háttur at skriva kritiskt um náttúru- og umhvørvisviðurskifti í skaldskapi, og ein lesiháttur, sum kann nýtast til at kanna, hvussu skaldskapur lýsir náttúru- og umhvørvisviðurskifti.

Sjálvt hugtakið økokritikkur var fyrstu ferð á prenti í 1978 í ritroyndini ”Literature and Ecology: An experiment in Ecocriticism” eftir William L. Rueckert. Hann sigur soleiðis um ætlan sína:

Specifically I am going to experiment with the application of ecology and ecological concepts to the study of literature, because ecology (as a science, as a discipline, as the basis for a human vision) has the greatest relevance to the present and future of the world we all live in of anything that I have studied in recent years. (William Rueckert, 1996, s. 107)

Hugtakið lá tó síðan í dvala til 1989, tá ið professarin í bókmentum og umhvørvi, Cheryll Glotfelty, mælti til at nýta hugtakið til alt tað fløkta økið, ið higartil var kent undir heitinum gransking í náttúruskriving.

Økokritikkur er granskingin av sambandinum millum bókmentir og tað fysiska umhvørvið. Øko og kritikkur eru úr grikskum, oikos og kritos, og merkir ”húsdómari”.  Oikos er náttúran, okkara hús í breiðasta týdningi, og  kritos er smakkdómari, ið ynskir, at húsið verður hildið í góðum standi.

Økokritikkur flytur fokus frá tí innara til tað ytra, soleiðis at skilja, at tað, sum áður bert var karmur um skaldsligu lýsingina, verður nú flutt frá periferi til sentrum. Økokritikarar spyrja millum annað: Hvussu er náttúran umboðað í hesari sonettuni? Hvønn týdning hevur fysiska umhvørvið fyri søgugongdina í hesari skaldsøguni? Og eru virðini, ið koma til sjóndar í hesum leikinum, sambærilig við vistfrøðiligan vísdóm?

Men sambært Glotfelty hevur samtíðarbókmentagransking verið alt ov lítið tilvitað um umhvørvisspurningin, og lesandi hava víst umhvørvisatlitum lítlan áhuga. Tað er, heldur Glotfelty, sum hevur bókmentagranskingin ikki varnast umhvørviskreppuna. Samtíðarkritikkur fær av grovfíluni fyri at vera ov nalvaskoðandi og veruleikafjarur og fyri ikki at síggja ella viðurkenna trupulleikarnar, ið standa fyri framman. Kent Ryden skrivar soleiðis:

The ecocritical stance reconnects literary study to both the processes and the problems inherent in living on this heavily burdened planet, focusing our attention anew on the ground beneath our feet, on our complex relationship to that ground, and on the implications of our behavior toward that ground; it removes literary scholarship from the realm of rarified word games, from the endlessly self-reflecting hall of mirrors that comprises so much of contemporary criticism and makes it matter in human affairs. (Kent Ryden, 1994, 8)

Økokritikkurin peikar á, hvussu mál og bókmentir kunnu miðla virði, ið hava økologiskan týdning og økja tilvitanina um tær etisku og estetisku tvístøður, ið standast av umhvørviskreppuni.
Økokritikkur er eitt aktuelt evni í samtíðarbókmentunum, men samstundis ein lesiháttur, sum kann nýtast til at hyggja eftir, hvussu bókmentirnar kunnu fyrihalda seg til umhvørvið og náttúruspurningar. Tað gerst alsamt truplari fyri samtíðarrithøvundar at skriva tekstir, ið lovprísa náttúruni, so hvørt sum tilvitanin um umhvørvistrupulleikar gerst meira og meira umfatandi. Tað gerst eisini truplari at skáka sær undan at siga sína hugsan um umhvørvistrupulleikar og fordøma menniskjans livihátt[1], og tí hóskar eitt økokritiskt sjónarhorn væl til samtíðarskaldskap.
Søgufrøðingurin, Lynn White, hevur við greinini ”The Historical Roots of Our Ecologial Crisis” frá 1969 havt stóra ávirkan á økokritikkin. Har lýsir hann, hvussu kristindómurin hevur grundfest eina dualismu millum menniskju og náttúruna, og hvussu kristindómurin hevur insisterað uppá, at tað er guds vilji, at menniskju ovnýta náttúruna til egnan fyrimun. Hendan hugsanin sæst longu í fyrstu Mósubók 1:26 og 28

Og Guð segði: Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum skriðkyktunum, sum skríða á jørðini! …Verið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum, sum rørast á jørðini!

Harafturat heldur White upp á, at

[we] shall continue to have a worsening ecologic crisis until we reject the Christian axiom that nature has no reason for existence save to serve man. (Lynn White, JR, 1969, s. 3-5)

Harold Fromm hevur eisini viðgjørt, hvussu menniskju í vesturheiminum bara óttast náttúruna, tá ið okkurt hendir, sum vit ikki hava tamarhald á, eitt nú jarðskjálvti. Í gomlum døgum høvdu menniskju ikki vald á náttúruni og vendu sær til sín gud at finna ugga. Nútímans tøkni hevur fjalt okkara tilknýti við náttúruna og hevur gjørt tað møguligt fyri okkum at vera líka so sterk sum gudarnir og at seta náttúruna í eitt búr, sum Fromm orðar seg.

Í øllum teimum trimum bókunum eftir Andra Snær, ið her verða viðgjørdar, hava persónarnir sett náttúruna í búr. Teir hava spælt gudar, ið hava vald á náttúruni og hava broytt hana alt eftir, hvussu teir hava kunnað fingið mest burtur úr henni, uttan at skilja, at hetta kann hava lagnutungar fylgjur fyri framtíðina, júst tí teir ikki hava skilt, at alt er knýtt hvørt at øðrum.

Dýpdarøkologi

Norski heimspekingurin og umhvørvisslóðarin, Arne Næss, grundaði hugtakið dýpdarøkologi í 1972. Sambært honum er tann siðbundna økologiin ov grunnskygd, tí hon hevur menniskjuna í miðdepli og leggur seg bara eftir at bøta um heimsáskoðanina í ídnaðarsamfelagnum, sum Næss kritiserar fyri at vera utilitariska, materialistiska og nýtsluorienteraða. Hesin umhvørvisóttin, sigur Næss, er einans rótfestur í óttanum um sjálva menniskjuna.
Dýpdarøkologiska rørslan er djúp, tí hon setur spurning við menniskjunnar støðu í verðini, og hvat menniskjan er, og peikar á tørvin á einum paradigmuskifti frá anthroposentriskari hugsan til økosentriska hugsan. Tað er, at menniskjan ikki er í miðdepli, menniskjan hevur ikki hægst virði, og menniskju, náttúra og allar livandi eiga at vera javnskipaðar. Dýpdarøkologiin setur eisini spurnartekin við, hví menniskju síggja so stórt virði í at hava búskaparvøkstur og høga nýtslu. Dýpdarøkologiin er soleiðis kritisk mótvegis ráðandi politiskum sjónarmiðum og stýrandi samfelagsskipanini. Her hómast eitt samband við dystopiusjangruna, tí báðar leggja upp til, at mann ikki skal hava fult álit á teimum, ið stýra og samfelagsskipanina sum heild, men seta spurnartekin við alt. Hesin hugburður er eisini ein týðiligur tráður í øllum ritverki Magnasonar.

Blái knøtturin

”Einaferð var tað ein bláur knøttur longst úti í rúmdini.” Við hesum orðum byrjar Søgan um bláa knøttin (1999, fø útg. 2001), og soleiðis fær lesarin at vita, at talan er um eitt ævintýr. Men hóast søgan er órealistisk og fer fram uttan fyri tíð og stað, so er kritikkurin av okkara samtíð eyðsýndur.

Í bókini eru einans børn, vill børn, ið liva í og av náttúruni. Tey liva í samljóði við hvørt annað og við náttúruna. Tey eru altíð glað, og einki ringt kann henda. Men ein ormur kemur sjálvandi í paradísið. Ein vaksin maður, ”rúmdarskrímslið” Gleði-Gleimur, kemur í teirra óspilta heim og broytir alt. Bókin byrjar nevniliga sum ein utopi, men gerst so við og við tað øvuta, ein dystopi.

Við Gleði-Gleimi koma kapitalisma, tøkni, sjálvsøkni, pírni, øvundsjúka, heimsveldisstevna og misnýtsla av náttúru og øðrum menniskum – ja, alt tað, ið dýpdarøkologiin talar ímóti. Gleði-Gleimur er ein sannur handilsmaður og veit júst, hvat skal til fyri at selja seg og síni hugskot. Hann leggur fyri soleiðis:

Eg eri glaði Gleimur, og eg eri tann forvitnisligasti maðurin í heiminum, og eg dugi alt, skal eg siga tykkum, tí eg eri barasta tann forvitnisligasti maðurin, ið hevur SsssSSsssssett sín fót á henda bláa knøtt. (15)

Síðan gevur hann teimum sítt visittkort og sigur:

Tit eru so serliga heppin at vera tikin burturúr at taka ímóti hesum serliga tilboði … Eg ætli at lata tykkara loyndastu dreymar verða veruleiki. (16)

Eftir at Gleði-Gleimur er komin, keða børnini seg, um tey ikki alla tíðina uppliva okkurt stuttligt. Gleði-Gleimur lærir tey at flúgva, men tað riggar bara at flúgva, tá ið sólin er frammi. Gleði-Gleimur smíðar sólina fasta við einum seymi, so tey kunnu flúgva allan sólarringin og ongantíð keða seg. Fyri at børnini skulu sleppa undan at fara í bað, soleiðis at tey kunnu flúgva alla tíðina, ger Gleði-Gleimur teflon úr Fagrafossi, tí sum ein rættur anthroposentrikari skilir hann ikki, at ein fossur kann hava virði í sær sjálvum. Hann sigur

Hygg, hvussu syrgiligt hetta er, børn … Har rennur ein heilur fossur til spillis, ongum til nakra nyttu…Tað er barnslig tíðarspilla at gløða at fossum. (33)

Spurningurin um hvørt stórfyritøkur skulu sleppa at keypa sær jørð, áir og annað og brúka tað, sum teimum lystir, er háaktuellur, eisini í Føroyum, har tað feskasta dømið kanska eru áirnar í Kunoy, ið stórfyritøka hevur keypt. Tá ið onkur mótmælir slíkum, minna mótargumentini hjá fyritøkuni ikki sørt um tey hjá Gleði-Gleimi.
Gleði-Gleimur eyðmýkir børnini við at kalla tey lítil og óvitandi og sigur, at tey síggja alt á so einfaldan hátt. Tá ið eitt barn spyr hann áhugaverda spurningin, um tað veruliga ber til at eiga eitt land, so svarar hann:

Ja, tit eiga landið, har firvaldarnir búgva, og tí kunnu tit gera tað, sum tit vilja við firvaldarnar. Og um hini vilja síggja firvaldarnar flúgva yvir sítt land, so mugu tey gjalda fyri tað, tí at tit eiga firvaldarnar. 68)

Barnið spyr so, hvør man eiga sólina, og Gleði-Gleimur svarar:

Sjálvandi eiga tit sólina, hugskotið um at negla naglan í sólina kom fram her, og um hini vilja fáa sólina nakrar dagar um árið, mugu tey gjalda fyri hana. (68-69)

Tá sólin er smíðað føst, broytist lívið hinumegin, og børnini á skuggasíðuni hava nú altíð myrkur og eru svong og fátøk. Gleði-Gleimur skjýtur upp at bjarga teimum:

Hjálpast vit øll at og senda børnunum í myrkrinum mat og teppi og skógvar, so bjarga vit lívi teirra, men hava kortini naglan í sólini. So verða øll glað! (72)

Eitt barn spyr, hvat fer at henda, tá ið maturin er uppi. “So bjarga vit teimum aftur og aftur og aftur…” Hetta minnir ikki sørt um neyðhjálparpolitikkin hjá vesturheiminum. Og Andri Snær Magnason er líka víðgongdur í sínum kritiki sum dýpdarøkologiin. Tað er ikki nóg mikið við løtuloysnum, men grundleggjandi broytingar mugu til. Heimurin má síggjast sum ein økoskipan.

Børnini verða meira og meira sjálvsøkin, ráðarík og ónøgd, og fyri at søgan skal enda væl, er tað  ikki nóg mikið, at børnini sigra á Gleði-Gleimi.  Tey eru noydd at hyggja inneftir og endurskoða, hvussu tey hugsa og liva, fyri at finna aftur til har, sum tey vóru, áðrenn tann vaksni kom á teirra óspilta knøtt. Bókin er eitt ágangandi verk, ið millum annað setur spurnartekin við, hvat tað er fyri vistfrøðiligur vísdómur, ið ræður á knøttinum, og hvat tað er fyri framtíð, ið borgarar vilja byggja, og um tað ikki man vera tíð upp á at taka naglan úr sólini.

LoveStarstáturin

LoveStar (2002) er ein framtíðarskaldsøga. Nógvur líkskapur er millum LoveStar og barnabókina, og LoveStar kann lesast sum eitt slag av framhaldi av Søguni um bláa knøttin. Nú er staðsetingin tó ikki á einum bláum knøtti langt úti í rúmdini, men í einum modernaðum Íslandi við mongum vísindafólkum.

Framtíðarsjangran er bygd upp um samspælið millum fremmandagerð og sannkenning, og soleiðis er eisini í LoveStar. Mótsett utopiskum frásagnum, ið snúgva seg um tað góða og rættvísa samfelagið, lýsir framtíðarskaldsøgan ofta eitt vandamikið framtíðarsamfelag, og tí er hon oftast dystopisk.  Dómadagstemað er eitt nógv nýtt tema í framtíðarskaldskapi, og heimsins undirgangur, ella apokalypsa, er eisini sterkasti metaforurin í nógvari umhvørvisskriving.

Í LoveStar verður lesarin kastaður inn í ein yvirmodernaðan heim, har mangt, sum áður var óhugsandi, nú er ein sjálvfylgja. Heimurin er farin at bera seg løgið at. París verður álopin av vilstum fuglum, og í Chicago hava býflugir tikið ræðið á býnum. Loftrúmið er ovfylt við menniskjagjørdum bylgjum og signalum, ið hava ørkymlað tey innbygdu evnini hjá fuglum og flugum at finna rætta kós. Fólk óttast, at bylgjurnar eru sjúkuelvandi, og í hesum sambandi trínur høvuðspersónurin, Ørvar, á pall.

Men Ørvar er klovin. Hann byrjar sum fuglagranskari og vil við sínari gransking arbeiða fyri at fáa ein betri heim, men hann vil eisini sleppa at granska fyri ein og hvønn prís og seta øll síni øru hugskot í verk uttan at hugsa um, hvørjar óbøtiligar avleiðingar hetta kann fáa fyri onnur og fyri framtíðina. Frásøgufólkið skilir ímillum persónsmenskurnar við at kalla hann fyri Ørvar, tá ið hann arbeiðir við skilagóðum hugskotum, og LoveStar, tá ið hann er hersettur av ørum hugskotum.

LoveStar letur eina stóra stuttleikalund byggja í Øxnadali í Norðuríslandi. Lundin skal vera karmur um lív og deyða. Hann finnur uppá fyritøkuna inLOVE, ið roknar út, hvør er einasti eini kærleikin hjá øllum menniskjum í heiminum. Eisini finnur hann uppá fyritøkuna LoveDeath, ið sendir deyð fólk út í rúmdina sum stjørnur. Soleiðis sleppa tey deyðu undan at rotna í slavnu og myrku moldini.

LoveStar ræður ikki einans í sínari leikalund, men umskipar alt samfelagið og allan heimin til sína leikalund. Alt samfelagið verður ruggað í svøvn, fólk arbeiða og keypa og arbeiða og keypa og eru  í byrjanini nøgd. Lyklaorðið er nýtsla. Alt er nevniliga til sølu í LoveStarsamfelagnum: kærleiki, deyði, eyka eintøk av børnum og gudstrúgv. Alt er til sølu, men alt er eisini falskt og pallsett. Alt í samfelagnum er lagað eftir marknaðinum og ferðavinnuni, og náttúran verður lagað eftir hesum. Tí er náttúran  økonomisk, praktisk og atkomulig, hon hevur einki virði í sjálvari sær, men verður einans mett út frá, hvat fáast kann burtur úr henni.

LoveStar eigur eisini eitt stórt aluminiumsvirki, nevnt LoveAl. Navnið kann ikki annað enn kveikja hugasamband til risavirkið Alcoa, ið virkar í Íslandi. Fyri ikki at fáa mótstøðufólk og fyri at fáa fleiri ferðafólk at vitja LoveAl – ið so sanniliga eisini er eitt prik til ferðavinnuídnaðin – so fær LoveStar arbeiðsfólk til at renna fyri at framleiða orku og letur soleiðis, sum um aluminiumsvirkið koyrir við burðardyggari orku. Hetta verður kallað greenwashing:

Seriously! The outside world is impressed that the factory’s man-powered, otherwise all these people wouldn’t come to see us, which is why we’re made to run. But those aren’t real windmills, they’re fans! […] We’re producing wind for the old people on the buses who have paid for gales. They expect wind, so they get wind. (80)

LoveStar og Gleði-Gleimur hava nógv felags eyðkenni. Teir kunnu báðir síggjast sum súmbol upp á eina skipan, ið fyri ein og hvønn prís ynskir at hava vald yvir øllum livandi – menniskjum, djórum og náttúru. Gleði-Gleimur vil vera kongur á bláa knøttinum. LoveStar setur seg í eina gudastøðu, haðani hann ræður øllum í heiminum. Teir eru báðir í byrjanini dreymauppfyllingarmenn, ið tvíhalda um, at heimsins eydna goymir seg í materiellum lutum. Aftur fyri eydnuna krevja teir móttakarans vilja og sjálvstøðugu tankar – í besta dystopiska stíli – og harvið megna teir at venda fólki burtur frá tí nátúrliga lívinum, tey upprunaliga livdu. Teir eru báðir góð dømi um tað, sum dýpdarøkologar kalla anthroposentrisk og egosentrisk hugsan.

Dreymalandið

Í síðstu bók Andra Snær Magnasonar Draumalandið – sjálfshjálparbók handa hræddri þjóð (2006) (enska útgávan Dreamland. A Self-Help Manual for a Frightened Nation kom út í 2008) hevur hann flutt seg frá fiktiónini til yrkisbókmentir. Nú eru trupulleikarnir ikki fluttir á ein bláan utopiskan knøtt ella til ein fjarskotnan og ræðandi skaldsligan framtíðarheim. Teir eru beint her og nú, í samtíðarveruleikanum.

Bókin hevur eitt greitt endamál. Hon snýr seg um umhvørvistrupulleikar í Íslandi og aðrastaðni og er rættuliga lærandi. Andri Snær Magnason teknar eina ræðumynd av framtíðarsamfelagnum, soleiðis sum tað væntandi fer at verða, um fólkið ikki broytir núverandi kós. Antagonistarnir, ið áður vóru kongar (Gleði-Gleimur) ella gudar (LoveStar), eru nú tey ráðandi, politikarar, journalistar og aluminiumvirkiseigarar. Hesi hava ein leiklut í samfelagnum, sum minnir um tann, ið Gleði-Gleimur hevur á bláa knøttinum og LoveStar í LoveStarsamfelagnum.

Síðst í Draumalandið avdúkar Andri Snær Magnason, hví hann skrivar bókina:

I am writing this book because I fear the world will start to dissociate Iceland from the people that live there – Iceland as a symbol of beauty, the Icelanders as a symbol of what threatens beauty and fears it and does not understand it. (278)

Her sæst, at temað er tætt knýtt at temanum í teimum báðu fyrru bókunum, tí tað eisini snýr seg um, hvussu menniskjan er ein hóttan ímóti náttúruni. Andri Snær hevur eisini skrivað í einari viðtalu um bókina og filmatiseringina, at um hon røkkur út til og rørir við

…some of the folks that have up until now allowed themselves the luxury of being apolitical and cynical – if it lights a spark within them that turns them away from being this neutral mass – then we’ve accomplished something. (Haukur S. Magnússon, 2009, 3)

Í aðrari viðtalu hevur Andri Snær sagt, at hann skrivaði bókina, tí hann gjørdist ørkymlaður, vreiður og stúrin, eftir at hava ferðast runt í Íslandi og sæð alla oyðingina, ið aluminiumsverkini høvdu elvt til (Þorsteinn Hilmarsson, 2006, 1). Bókin fekk ovurstóra umtalu – bæði innan- og uttanlands. Onkur hevur eisini verið við, at hetta er ein av árinamiklastu bókum, ið hevur verið skrivað í Íslandi. (Magnús Þór Snæbjörnsson, 2007, 465)

Undirheitið vísir á, at bókin er ein sjálvhjálparbók. Hetta tekstslagið er sera væl umtókt í okkara samtíð og snýr seg ofta um, hvussu tann einstaki kann fáa eitt meira harmoniskt og eydnusamt lív.  Men Andri Snær skrivar ikki bara til tann einstaka, men til alla ta óttafullu tjóðina. Í bókini verður ferð eftir ferð komið inn á, hvussu Ísland er endað í einari óndari ringrás av  vánaligum valum, tí fólkið er so óttafult um framtíðina. Bókin byrjar við formæli eftir Björk, har hon skrivar, at íslendska fólkið gjørdist ørkymlað, eftir at politikarar høvdu selt íslendsku náttúruna til stórar ídnaðarfyritøkur at framleiða orku úr. Síðan skrivar hon:

”We didn’t get a chance to defend ourselves. Or our nature. We couldn’t put into words our fury over the injustice of this. Andri did.” (6)

Bókin er býtt í tríggjar partar. Fyrsti partur ”The search for reality” fer fram heima í Íslandi, og er um virðini í landinum og um maktina, sum hugskot kann liggja í hugskotum. ”It was the same whatever problem got solved: man could not relax, every solution called for something higher to aim for (17) og víðari ”Sometimes it´s just as if the world is gripped by mania (19). Hetta kundi eins væl verið sagt um Gleði-Gleim ella Ørvar.

Annar partur ”Terror Allert” fer fram úti í heimi og snýr seg um, hvussu tað at vera óttafullur um framtíðina forðar fyri at leggja skilagóðar og burðardyggar framtíðarætlanir. Millum annað verður Jamaica tikið sum dømi, og hugt verður at teimum ovurstóru trupulleikum, sum teirra aluminiums- og bauxiteídnaður hevur elvt til. Í síðsta parti ”Terawatts to Kingdome Come” eru vit aftur í Íslandi. Tungídnaðurin í Íslandi verður lýstur, og funnist verður hvassliga at honum.

Bókin lýsir eitt samfelag, ið stendur við eitt vegamót. Skal óspilta náttúran varðveitast, ella hvussu langt er ráðiligt at fara fyri at útvinna meira og meira orku? Hvussu nógv meira orka er neyðug og hví? Hendan tvístøðan minnir ikki sørt um hana, sum høvuðspersónurin í LoveStar stendur í. Fólk vilja granska og útvinna fyri at fáa eitt betri samfelag, men hvussu langt kunnu og skulu vit fara, áðrenn vit eru farin ov langt og hava gjørt samfelagið til eitt verri stað?

Jú longri vit koma inn í bókina, jú meira umskapast hon til eina dystopiska frásøgn um altjóða stórfyritøkur, ið gera seg inn á náttúruna og smásamfeløg. Vit fáa at vita, hvussu politikararnir fjala hesar upplýsingar fyri borgarunum, og politikarar og miðlar verða kritiseraðir fyri at fóðra fólk við ræðusøgum um vaksandi arbeiðsloysi og minkandi íbúgvatøl í íslendsku bygdunum og fyri at billa íslendingum inn, at tungídnaður er einasti útvegur. Sambært Andra Snær Magnasyni  endurtekur íslendski forsetisráðharrin altíð setningin  “Those who fear plans of this kind are ‘against the future’” (245). Aftur her er lætt at bera saman við føroyska samfelagið. Eitt nú, hvussu kjakið um havnarútbyggingina í Havn hevur verið. Vit bíða kanska enn eftir einum føroyskum Andra Snær, ið fer at taka tílíkar umhvørvistrupulleikar upp til umrøðu.

Andri Snær kallar íslendska búskapin fyri ein ”a heroin economy” (270), og hann torir at seta spurnartekin við búskaparvøkstur, løtuvinning og framtíðina. Hann vísir eisini á støð í Íslandi, ið áttu at verið varðveitt, men eru týnd fyri altíð, tí, sum hann skrivar

[w]ithin this technocratic ideology there seems to be not a single thing in Iceland that possesses a uniqueness or beauty that is worth preserving. (175)

Gleði-Gleimur sá heldur ikki virðið og vakurleikan í Fagrafossi og kláraði ikki at síggja, at ein á fór til spillis, sum hann kallaði tað. LoveStar kláraði heldur ikki at lata tann stóra vakra dalin, Øxnadal, vera í friði, men umskapaði hann til eina stuttleikalund – serliga ætlað ferðafólki.

Orð til endans

Sum vit her hava sæð, so snúgva hesar tríggjar bøkurnar seg um sama grundleggjandi trupulleika. Allar lýsa samfeløg, ið eru vorðin avskeplað, tí nøkur menniskju ikki hava kent sær hógv, men hava verið hugmóðig og hava ránnýtt náttúruna og/ella onnur menniskju til egnan fyrimun, fyri løtuvinning, ið vísir seg at hava lagnutungar avleiðingar. Fyri hvørja bók nærkast veruleikin meira og meira, og kritikkurin gerst støðugt harðari og meira ágangandi.

Hóast hesar tríggjar bøkur eftir Andra Snær Magnason eru í so ymsum sjangrum, so kunnu allar flokkast undir økokritikk. Tað er áhugavert, at allar sjangrurnar, sum Magnason brúkar, í stóran mun hava eina didaktiska siðvenju. Men, sum økokritikarar vísa á, verður tað alsamt truplari fyri samtíðarrithøvundar bara at lovprísa náttúruni uttan at peika á umhvørvisvandamál. Sambært Glotfelty hava øll økokritisk verk eina felags tileggjan: ta órógvandi tilvitanina um, at vit eru í einari tíð, har avleiðingarnar av menniskjans gerðum oyðileggja jørðina. Og at broyta vit ikki kós nú, bíðar okkum ein alheimsvanlukka, tí vit beina fyri nógvum vakurleika og oyða náttúru, djóra- og plantusløg og harvið okkum sjálv. Skálkarnir í bókum Andra Snær seta – við orðum Fromms – náttúruna í búr, og allar tríggjar bøkurnar viðgera leið menniskjans ímóti apokalypsum undirgangi. Boðskapurin er tann sami sum tann hjá dýpdarøkologunum: Menniskjan skal flyta seg frá at vera egosentrisk til at vera økosentrisk ella skifta anthroposentriska hugsan út við økosentriska hugsan. Annars er jørðini ikki lív lagað.

Keldulisti:

Fromm, Harold “From Transcendence to Obsolescence: A Route Map”, The Ecocriticism Reader: Landmarks in Literary Ecology, red. Cheryll Glotfelty og Harold Fromm, Athens og London: The University of Georgia Press, 1996

Garrard, Greg Ecocriticism, London og New York: Routledge, 2007 (2004)

Glotfelty, Cheryll ”Introduction: Literary Studies in an Age of Environmental Crisis”, The Ecocriticism Reader: Landmarks in Literary Ecology, red. Cheryll Glotfelty og Harold Fromm, Athen og London: The University of Georgia Press, 1996

Glotfelty, Cheryll “What is Ecocriticism?”, http://www.asle.org/wp-content/uploads/ASLE_Primer_DefiningEcocrit.pdf. Tikið niður 06.10.2016.

Hilmarsson, Þorsteinn “Andri Snær kynnti Draumalandið í heimsókn hjá Landsvirkjun”,  http://www.landsvirkjun.is/frettir/frettasafn/nr/346 . Tikið niður 06.10.2016.

Howarth, William “Some Principles of Ecocriticism”, The Ecocriticism Reader: Landmarks in Literary Ecology, red. Cheryll Glotfelty og Harold Fromm, Athen og London: The University of Georgia Press, 1996

Magnússon, Haukur S. “Don’t Thank Icelanders For Iceland”, Grapevine, 08.05.2009. http://grapevine.is/Features/ReadArticle/Feature-Dreamland. Tikið niður 06.10.2016.

Murphy, Patrick D. Farther Afield in the Study of Nature-Oriented Literature, Charlottesville og London: University Press of Virginia, 2000

Naess, Arne “The Deep Ecological Movement”, Deep Ecology for the 21st Century, red. George Sessions, Boston & London: Shambhala, 1995

Rueckert, William “Literature and Ecology: An Experiment in Ecocriticism”, The Ecocriticism Reader: Landmarks in Literary Ecology, red. Cheryll Glotfelty og Harold Fromm, Athen og London: The University of Georgia Press, 1996

Ryden, Kent, “What is Ecocriticism”, http://www.asle.org/wp-content/uploads/ASLE_Primer_DefiningEcocrit.pdf. Tikið niður 06.10.2016.

Snæbjörnsson, Magnús Þór “Er Draumalandið sjálfshjálparbók handa hræddri þjóð?”, Skírnir, haust 2007

White, Lynn Jr ”The Historical Roots of Our Ecological Crisis,” JASA 21, juni 1969. http://www.asa3.org/ASA/PSCF/1969/JASA6-69White.html. Tikið niður 06.10.2016.

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Comments are closed.