Føroyski tíðindamiðilin kann antin skírast ella staðfestast sum politiskt heftur

Í drúgvari tíðargrein í nýggja Varðanum (83,1) greinar Bjarni Arge støðuna í føroyska miðlaheiminum í dag. Hann setir sjóneykuna á ymisk formlig viðurskifti hjá Kringvarpi Føroya, R7, Dagblaðnum, Portal.fo, Miðlahúsinum, Dimmalætting, Vágaportalinum og Norðlýsinum. Og niðurstøðan er, at allir teir føroysku miðlarnir kunnu antin skírast ella staðfestast at vera politiskt heftir.

Her er ein brellbiti úr niðurstøðuni:

“Tað er ikki gevandi fyri fjøldina og miðlalandslagið sum heild, at borgarin stendur í eini støðu, har allir tíðindamiðlar verða skírdir ella staðfestir at vera politiskt heftir. Tað merkir, at støðutakanin hjá borgarunum til eitt nú politisk mál verður fløktari enn neyðugt og í stóran mun merkt av einum ófaktuellum og ósakligum grundarlagi.

Hvørjar eru avleiðingarnar av tí, og hvat gera vit við tað?

USA hevur upplivað somu rák tey seinastu mongu árini. Har eru tíðindamiðlarnir privatir og í mongum førum politiskt heftir, og borgararnir velja at lurta eftir teimum, ið teir eru politiskt samdir við. Á hendan hátt eru tíðindamiðlar við til at skapa gjáir millum borgarar, sum mugu venja seg við ein samansettan miðlaveruleika. Og kanska liggur loysnin júst í venjingini. At borgararnir venja seg við at vera keldukritiskir, og at teir skilja, at endamálið hjá tíðindamiðlum ikki nýtist at vera at fáa ta røttu útgávuna av sannleikanum miðlaða út. Hetta tykist at vera ein meira sannlík loysn enn at leggja seg ímillum áhugamál hjá privatum tíðindamiðlum í Føroyum. Broyt vitanargrundarlagið hjá móttakaranum heldur enn tíðindagrundarlagið hjá privatu sendarunum.

Kjakið um at fáa fleiri tímar í samfelagsfrøði er hóskandi at taka fram. Fakið er tætt knýtt at tí at skilja, hvussu fjølmiðlar virka, og burtur úr hesum kundu sprottið fleiri føroyingar, sum hava førleika at skilja millum avsendarar av tíðindum.

Greiði munurin á amerikanskum og norðurlendskum tíðindamiðlum hevur verið, at her um leiðir eru public-service stovnar, sum kunnu og skulu varðveita eitt professionelt og sakligt grundarlag. Soleiðis er ikki í USA. Tá public-service stovnar sum Kringvarp Føroya áhaldandi verða skírdir at vera politiskt heftir, so verður trupult at varðveita óhefta grundarlagið. Trýstið er í løtuni óvanliga stórt frá fyrrverandi leiðarum, borgarum, øðrum miðlum og politikarum. Kringvarp Føroya er ein almennur stovnur, har borgarin er noyddur at gjalda og tí hevur rætt til at seta fram krøv. Tí vænti eg, at ein stór innanhýsis broyting kann gerast einasta loysnin, um trýstið heldur fram. ”

Greinin hjá Bjarna Arge stendur á s. 79-88 í Varðanum 83, 1, 2016

Tagged , . Bookmark the permalink.

Comments are closed.