(Nevndin í Varðanum: Jon Hestoy, Óli Jacobsen og Zakarias Wang. Myndin er av Birkblogg)
Mikudagin 13. apríl klokkan 16.30 varð 1. hefti av 83. bindi av Varðanum lagt fram í Listaskálanum í Havn.
Dorit Hansen, ritstjóri, bjóðaði vælkomin. Sólrún Michelsen, Hanus Kamban og Vónbjørt Vang, sum høvdu skrivað í heftið, lósu upp og vóru mikið fagnað av teimum á leið 70 áhoyrarunum.
Dorit Hansen segði, at fólk kundu tekna seg sum haldarar. Hon segði eisini, at Varðin ikki fer at verða seldur í leysasølu, men eftir fleiri áheitanum er hetta broytt.
Sum limur í Varðanum fært tú tveir Varðar árliga fyri 400,-
Prísurin í leysasølu verður 288,- fyri hvønn Varða.
(Ritstjórin Dorit Hansen. Mynd frá Vencli)
Framløgan í Listaskálanum hevur fingið umrøðu á
og á heimasíðuni hjá tíðarritinum Vencil
Góðar myndir eru á báðum støðum.
Vit takka Birgir og Oddfríða fyri hugleiðandi frásagnir.
Og vit takka eisini øllum tykkum, sum vístu Varðanum áhuga við at koma til framløguna.