6. oktober varð kunngjørt, at bretski Kazuo Ishiguro, fær Bókmentavirðisløn Nobels fyri 2017. Í grundgevingini segði svenska dómsnevndin m.a., at Ishiguro við sínum skaldsøgum hevur “avdúkað avgrundina undir okkara fyrikyklaðu kenslu av sambandi við heimin,” og at søgur hansara vóru drivnar av einari “stórari kenslubornari styrki.”
Eingin skaldsøga eftir Ishiguro er, mær vitandi, týdd til føroyskt, men í Varðanum, bindi 76, var ein stuttsøga eftir bretska høvundin, sum Sámal Soll hevði týtt. Søgan er við loyvi frá týðaranum endurgivin niðast í hesum posti.
Tann 5. oktober var almenn samkoma í Mullers pakkhúsi, har Virðislønir M.A.Jacobsens vóru latnar. Simme Jacobsen varð heiðraður fyri mentanaravri, og Havnar Sjónleikarafelag og Hjálmar Dam og Hanna Flóvinsdóttir vunnu tvær barnamentanarheiðurslønir. Og yrkjarin Sissal Kampmann vann Virðislønina fyri fagrar bókmentir.
Sissal Kampmann fekk virðislønina fyri yrkingasavnið Sunnudagsland frá 2016. Dómsnevndin segði í grundgeving m.a., at “Savnið lýsir heimliga smáputlið og setir tað í frásjón í spurninginum um fremmandagerð, sum ítøkiliga verður lýst í tvíbýttu sinnisstøðuni: útlongslinum og strembanini eftir at sætta seg við tað heimliga, at hoyra til og falla til.”
Í Varðanum, bind 84, hefti 1 – sum kom út í vár – hevði Ann Ellefsen eitt ummæli av savninum hjá Sissal Kampmann, og sum hon endar við hesi niðurstøðu:
“Nú er hon tilnevnd Norðurlendsku Bókmentavirðislønina fyri hetta fimta yrkingsavn sítt, og væl skipaða savnið er eitt framúr gott umboð fyri Føroyar. Temuni eru eisini alkend í norðurlondum við avtoftan av útjaðaranum, økokritikki eins og tað dapra huglaið, ið er knýtt at veðrinum og árstíðunum.”
Niðanfyri er stuttsøgan eftir Kuzuo Ishiguro, sum Sámal Soll hevur týtt til føroyskt. Stuttsøgan stóð fyrstu ferð á prenti í Skáanaum í Dimmalætting í 2003. Síðan stóð hon í Varðanum, bind 76 í 2009.
Ein húskisnátturði
Fugu er eitt fiskaslag, sum verður veitt við tær japonsku kyrrahavsstrendurnar. Hesin fiskur hevur havt ein serligan týdning fyri meg, líka síðani mamma mín doyði av at eta ein. Eiturið í fiskinum býr í kynsgøgnunum, í tveimum viðkvomum bjølgum. Tá fiskurin verður gjørdur til, mugu hesir bjølgar burturbeinast við varsemi, tí er ein ikki ansin, kann eiturið leka inn í æðrarnar á fiskinum. Tíverri ber ikki til at vita um framferðarhátturin hevur verið rættur ella ei. Sum tikið verður til, prógv fært tú einki, fyrr enn tú hevur etið upp.
Fugueitran er ræðuliga pínufull og næstan altíð drepandi. Verður fiskurin etin um kvøldið, so verður viðkomandi vanliga tikin á bóli, meðan hann svevur. Hann veltur sær í pínu í nakrar tímar og er so deyður um morgunin. Fiskurin gjørdist sera væl dámdur í Japan eftir kríggið. Áðrenn tær strongu reglugerðirnar var vanligt millum manna at fremja hættisligu kryvjingina heima hjá sær sjálvum, og so at bjóða grannum og vinum í gildi.
Um ta tíðina, tá mamma mín doyði, búði eg í Kalifornia. Viðurskiftini millum meg og foreldur míni vóru blivin nakað spent um tað mundið, og tískil fekk eg einki at vita um umstøðurnar kring deyða hennara, fyrr enn eg fór aftur til Tokyo tvey ár seinni. Tað skilst, at mamma mín hevði altíð noktað at eta fugu, men hesa einu ferðina hevði hon gjørt eitt undantak, tí hon hevði fingið innbjóðing frá einum gomlum skúlavini, sum hon ikki vildi forsmáa. Tað var pápi mín, sum gav mær hesa nágreinligu lýsingina, meðan vit koyrdu úr floghavnini til hús hansara í Katmaru býarpartinum. Tá vit at enda komu fram, nærkaðist endin á einum sólskins heystardegi.
”Átst tú nakað umborð á flogfarinum?” spurdi pápi mín. Vit sótu á tatamigólvinum í terúmi hansara.
”Tey góvu mær eina tvíflýs.”
”Tú manst vera svangur. Vit fara at eta so skjótt Kikuko kemur.”
Pápi mín var ein maður, sum sá óttaligur út, við stórum, steinlíkum kjálkabeini og øgiligum eygnabrún. Eg haldi nú, afturlítandi, at hann líktist nógv Chou En-lai, hóast honum ikki hevði dámt slíka samanbering, tí hann var sera stoltur av tí reina samuraiblóðinum, sum fleyt í ættini. Vanliga hjávera hansara íbirti ikki lætt prát. Tað hjálpti heldur ikki, at hann hevði sum vana at bera hvørja viðmerking fram, sum var hon ein niðurstøða. Júst tá, meðan eg sat yvir av honum tann seinnapartin, kom eitt dreingjaminni fram fyri meg frá teirri løtuni, hann sló meg fleiri ferðir á høvdið fyri at “vena sum ein gomul kona”. Úrslitið varð, at samrøða okkara, síðan heimkomu mína, varð brotin av av longum tøgnum.
”Tað er spell við fyritøkuni,” segði eg, tá hvørgin okkara hevði klovið í tvey eina løtu. Hann nikkaði álvarsamur.
”Satt at siga, so endaði søgan ikki har,” segði hann. “Eftir at fyritøkan fór á húsagang gjørdi Watanabe sjálvmorð. Hann vildi ikki liva við skommini.”
“Eg skilji.”
”Vit vóru starvsfelagar í seytjan ár. Ein støðufastur maður og ærufullur. Eg hevði stóra virðing fyri honum.”
“Fara tygum aftur í vinnuligt starv?” spurdi eg.
“Eg eri – farin frá. Eg eri ov gamal at fara upp í nýggj framtøk nú. Vinnan er øðrvísi nú á døgum. Hava við útlendingar at gera? Gera alt á teirra hátt? Eg skilji ikki, hvussu vit eru komin higar. Tað gjørdi Watanabe heldur ikki.” Hann suffaði. “Ein hampamaður. Ein støðufastur maður.”
Terúmið hevði útsýni út yvir urtagarðin. Hiðani eg sat, sá eg gamla brunnin, sum eg helt, at tað spøkti í, tá eg var barn. Hann hómaðist aftan fyri bløðini. Sólin var sett somikið, at meginparturin av urtagarðinum lá í skugga.
”Eg eri í øllum førum fegin um, at tú ert heimafturkomin,” segði pápi mín. “Meiri enn bert ein stuttur steðgur, vóni eg?”
“Eg eri ikki vísur í hvat mínar ætlanir verða.”
“Eg eri ið hvussu er til reiðar at gloyma tað, sum farið er. Mamma tín var eisini altíð klár at bjóða tær vælkomnum aftur – hvussu skelkað hon so enn var av tínum atburði.”
”Eg virðismeti tygara samkenslu. Sum eg segði, so eri eg ikki vísur í, hvørjar mínar ætlanir verða.”
”Eg haldi nú ikki, at har vóru óndar ætlanir í huga tínum,” helt pápi mín fram. “Tú vart stýrdur av ymiskum – ávirkanum. Sum so mong onnur.”
”Kanska skuldu vit gloymt tað, sum tygum skjóta upp.”
“Sum tú vilt. Ein temunn afturat?”
Beint tá gav røddin á einari gentu afturljóð í øllum húsinum.
“Endiliga.” Pápi fór á føtur. “Nú er Kikuko her.”
Hóast aldursmunin vóru systir mín og eg altíð tætt knýtt hvørt at øðrum. At síggja meg aftur gjørdi hana so óvanliga uppøsta, at eina løtu gjørdi hon ikki annað enn at gnisa fjálturstungin. Men hon varð eitt sindur róligari aftur, tá pápi mín fór at spyrja hana um Osaka og lærda háskúlan. Hon svaraði við stuttum formellum aftursvarum. Síðani spurdi hon meg nakrar spurningar, men hon tyktist forðað av óttanum um, at spurningarnir kundu føra til óheppin evni. Eftir stuttari løtu var samrøðan vorðin uppaftur sparnari, enn hon var, áðrenn Kikuko kom. So reistist pápi mín og segði:
“Eg má taka mær av nátturðanum. Vinarliga umberi meg fyri at vera tyngdan av slíkum máli. Kikuko tekur sær av tær.”
Eg sá, at tað lætnaði fyri systur míni, tá hann var farin út úr rúminum. Løtu seinni prátaði hon frítt um vinir hennara í Osaka og um lærugreinirnar á lærda háskúlanum. Brádliga gjørdi hon av, at vit skuldu út í urtagarðin, og fór út á veranduna. Vit stigu í einar strásandalur, sum lógu á rimaverkinum og fóru út í urtagarðin. Nú var ikki so ljóst longur.
”Eg havi mungað ræðuliga eftir einum guvi síðsta hálva tíman,” segði hon, meðan hon festi sær í eina sigarett.
”Hví roykti tú so ikki?”
Hon peikaði loyniliga móti húsunum og smíltist síðani ertingarsom.
“Áh, eg skilji,” segði eg.
“Veitst tú hvat? Eg havi sjeik nú.”
“Tað
“Tað er bara tað, at eg veit ikki heilt, hvat eg skal gera. Eg havi ikki tikið nakra avgerð enn.”
”Væl skilligt.”
“Sært tú, hann hevur ætlanir um at fara til Amerika. Hann vil hava meg at koma við sær, so skjótt eg eri liðug at lesa.”
“Eg skilji. Og tú vilt sleppa til Amerika?”
“Um vit fara, so fara vit at tumla.” Kikuko veittraði ein tummilfingur upp í andlitið á mær. “Fólk siga, at tað er vandamikið, men eg havi gjørt tað ofta í Osaka, og tað hevur einki upp á seg.”
“Eg skilji. Hvat er so tað, sum tú ikki ert vís í?”
Vit fylgdu eini trongari gøtu, ið smeyg sær ígjøgnum vøksturin og endaði við tann gamla brunnin. Meðan vit gingu, tók Kikuko fleiri óneyðuga keiputar guvar av sigarettini.
”Jú, veitst tú, eg havi nógvar vinir í Osaka. Mær dámar har. Eg eri ikki heilt vís í, um eg vil fara frá teimum øllum enn. Og Suichi – eg eri góð við hann, men eg eri ikki vís í, at eg vil vera so nógv saman við honum. Skilur tú?”
“Áh, fullkomiliga.”
Hon flenti aftur, skundaði sær so fram um meg, til hon kom fram á brunnin. “Minnist tú,” segði hon, tá eg kom fram á hana aftur, “at tú plagdi at siga, at tað spøkti í hesum brunninum?”
”Ja, eg minnist.”
Vit hugdu bæði yvir kantin.
“Mamma plagdi at siga mær, at tað var tann gamla konan í grønmetishandlinum, sum tú sást ta náttina,” segði hon. “Men eg trúði henni aldrin, og fór ongantíð einsamøll út higar.”
”Mamma plagdi eisini at siga mær hatta. Hon segði mær enntá einaferð, at tann gamla konan hevði viðgingið at verið spøkilsið. Tað skal hava verið so, at hon fór gjøgnum urtagarðin hjá okkum, tí tað var styttri. Eg ætli, hon man hava havt trupulleikar av at klintra upp um garðin.”
Kikuko gnisaði. Hon vendi síðan brunninum bakið og stardi út yvir urtagarðin.
“Mamma lastaði teg aldrin, veitst tú,” segði hon við eini nýggjari rødd. Eg varð verandi kvirrur. “Hon plagdi altíð at siga mær, at tað var alt teirra skyld – hennara og pápasa – tí at tey ikki uppaldu teg rætt. Hon plagdi at siga mær, hvussu varin tey vóru við mær, og tað var tí, at eg var so góð.” Hon hugdi upp, og ertingarsama smílið var aftur at síggja á henni. “Neyðars mamma,” segði hon.
“Ja, neyðars mamma.”
”Fert tú aftur til Kalifornia?”
“Eg veit ikki. Eg fái at síggja.”
“Hvussu gekk við – við henni? Við Vicki?”
”Tað er liðugt,” segði eg. “Har er ikki nógv hjá mær at fara aftur til í Kalifornia.”
“Heldur tú, eg átti at farið hagar?”
“Hví ikki? Eg veit ikki. Tær hevði óivað dámt tað.” Eg hugdi móti húsunum. “Kanska áttu vit at farið inn aftur skjótt. Pápa tørvar kanska hjálp við nátturðanum.”
Men systir mín stardi aftur niður í brunnin. “Eg síggi eingi spøkilsir,” segði hon. Rødd hennara ljóðaði aftur úr brunninum.
“Er pápi harmur um, at fyritøkan fór á heysin?”
“Veit ikki. Ein veit einki við pápa.” So brádliga fetti hon sær á og bráð sær ímóti mær. “Segði hann tær frá Watanabe gamla? Tað, sum hann gjørdi?”
“Eg hoyrdi, at hann gjørdi enda á sær sjálvum.”
“Ja, men tað var ikki alt. Hann tók alt húskið við sær. Konuna og báðar tær lítlu genturnar.”
“Tað?”
“Hasar báðar vøkru lítlu genturnar. Hann tendraði fyri gassinum meðan tær svóvu. Síðani hirdi hann ein kjøtknív í búkin á sær.”
“Ja, pápi segði mær í áðni, at Watanabe var ein støðufastur maður.”
“Sjúkt.” Systir mín vendi sær aftur ímóti brunninum.
“Ansa tær. Tú dettur niðurí.”
“Eg síggi einki spøkilsi,” segði hon. “Tú leyg fyri mær alla hasa tíðina.”
“Men eg segði aldrin, at tað helt til niðri í brunninum.”
“Hvar er tað so?”
Vit hugdu bæði kring okkum, at trøunum og vøkstrinum. Tað var nú vorðið skýmligt í urtagarðinum. At enda peikaði eg á ein beran blett einar 10 metrar haðan, vit stóðu.
“Beint har sá eg tað. Beint har.”
Vit stardu at blettinum.
“Hvørjum líktist tað?”
“Eg sá ikki væl. Tað var myrkt.”
“Men tú manst hava sæð okkurt.”
“Tað var ein gomul kona. Hon stóð bara har og eygleiddi meg.”
Vit hildu fram at stara at blettinum sum vóru vit gandað.
“Hon var í einum hvítum kimono,” segði eg. “Eitt sindur av hárinum á henni var leyst. Tað veittraði í lotinum.”
Kikuko kroysti økslina móti mínum armi. “Tig við tær. Tú roynir at ræða meg aftur.” Hon traðkaði á sigarettstubban og stóð síðan og eygleiddi hann, sum var hon ørkymlað av onkrum. Hon sparkaði eitt sindur av furunálum yvir hann og vísti hatta smílið aftur. “Lat okkum fara og vita um nátturðin er liðugur,” segði hon.
Vit funnu pápa í køkinum. Hann kveitti eitt sindur at okkum og helt síðan fram við tí, sum hann var í holt við.
“Pápi er vorðin ein rættiligur kokkur, nú hann noyðist at klára seg sjálvan,” segði Kikuko og flenti. Hann snaraði sær á og hugdi kalt at henni.
“Tað er neyvan nakað, eg eri errin av,” segði hann. “Kikuko, kom her og hjálp til.”
Eina løtu fór systir mín ikki av fetanum. So steig hon fram og tók eitt fyriklæði, sum hekk á eini skuffu.
“Nú vantar bert grønmetið at kóka,” segði hann við hana. “Hitt skalt tú bara halda eyga við.” Síðani hugdi hann upp og leit undarliga at mær eitt stutt bil. “Eg rokni við, at tú hevur hug at hyggja teg um í húsunum,” segði hann so. Hann legði etingarpinnarnar, sum hann hevði í hondunum, frá sær. “Nú er langt síðan, tú hevur sæð tey.”
Beint sum vit fóru úr køkinum, kveitti eg aftur yvir at Kikuko, men hon vendi okkum bakið.
”Hon er ein góð genta,” segði pápi mín sáttliga.
Eg gekk aftaná pápa mínum frá rúmi í rúm. Eg hevði gloymt, hvussu stór húsini vóru. Eitt veggpanel gleið upp og enn eitt rúm var at síggja. Men rúmini vóru øll skakandi tóm. Í einum rúmi bleiv ljósið ikki tendrað og vit stardu at veggum og tatamiteppinum í veika ljósinum frá vindeyganum.
“Hesi húsini eru ov stór hjá einum manni at líva í einsamallur,” segði pápi mín. “Eg havi onki at nýta hesi rúm til longur.”
Men at enda lat pápi mín hurðina upp til eitt kamar, sum var fult av bókum og skjølum. Har vóru blómur í vasum og myndir á veggunum. So legði eg til merkis okkurt á einum lágum borðið í einum horni av kamarinum. Eg nærkaðist eitt sindur og sá at tað var eitt plastmodell av einum krígsskipi, av tí slagnum, sum børn ofta byggja. Tað var lagt á nakrar avísur; kring tað lógu ymisk smápettir av gráum plasti.
Pápi mín flenti. Hann gekk yvir til borðið og tók modellið upp í hendurnar.
“Síðani fyritøkan fór á heysin,” segði hann, “havi eg havt meiri tíð um hendur. Hann flenti aftur, heldur undarliga. Eina løtu sá hann næstan blíður út. “Eitt sindur av frítíð.”
“Tað tykist løgið,” segði eg. “Tú hevði altíð so nógv at gera.”
“Eitt sindur ov nógv kanska.” Hann eygleiddi meg við einum lítlum smíli. “Kanska eg burdi havt verið ein meiri umsorgarfullur pápi.”
Eg flenti. Hann helt áfram við at skoða krígsskipið hjá sær. So hugdi hann up. “Eg hevði ikki ætla at fortalt tær hetta, men kanska er tað best, at eg geri tað alíkavæl. Eg haldi ikki, at tað var eitt óhapp, at mamma tín doyði. Hon hevði nógv at stúra um. Og okkurt at vera skuffað yvir.”
“Mamma mín væntaði ikki, at eg fór altíð at verða búgvandi her,” segði eg at enda.
“Tú skilur tú ikki. Tú skilur ikki, hvussu tað er fyri nøkur foreldur. Ikki bara mugu tey missa sínu børn, men tey mugu missa tey til nakað, sum tey ikki skilja.” Hann mól krígsskipið runt á fingrunum. “Hesir lítlu kanónbátarnir kundu verið betri límaðir saman, heldur tú ikki?”
“Kanska. Eg haldi, at tað sær fínt út.”
“Undir krígnum var eg nøkur ár við einum skipi sum hesum. Men eg miðaði altíð eftir flogherinum. Eg tonkti sum so, at um nú skipið bleiv rakt av fíggindanum, so kanst tú ikki gera annað enn at knossast í vatninum, meðan tú vónar, at onkur blakar tær eina lívlínu. Men í einum flogfari – ja – har er altíð tað seinasta vápnið.” Hann legði modellið aftur á borðið. “Men eg rokni ikki við, at tú trýrt upp á kríggj.”
“Onki serligani.”
Hann kugdi kring seg í kamarinum. “Nátturðin burdi verið liðugur nú,” segði hann. “Tú mást vera svangur.”
Nátturðin bíðaði í einum skýmligum rúmi við síðuna av køkinum. Einasta ljósið kom úr eini stórari lykt, sum hekk uppi yvir borðinum og legði restina av rúminum í skugga. Vit bukkaðu fyri hvørjum øðrum, áðrenn vit sessaðust til borðs.
Samrøða var ikki nógv. Kikuko gnisaði eitt sindur, hvørjaferð eg segði okkurt fólkaligt um matin. Tað tyktist, sum tað fjáltruta var komið aftur á hana. Pápi mín segði onki í fleiri minuttir. At enda segði hann:
“Tað má tykjast løgi hjá tær at vera aftur í Japan.”
“Ja, tað er eitt sindur undarligt.”
“Tú angrar kanska longu, at tú fórt úr Amerika.”
“Eitt sidnur. Ikki so nógv. Eg fór ikki frá so nógvum. Bert nøkrum tómum rúmum.”
“Eg skilji.”
Eg hugdi yvir um borðið. Andlitið á pápa mínum sá ísakalt og óhugnaligt út í hálvmyrkrinum.
So sá eg okkurt aftast í rúminum. At byrja við helt eg fram at eta, men so steðgaðu hendur mínar. Hinu løgdu tað til merkis og hugdu at mær. Eg bleiv við at stara fram við økslini á pápa mínum inn í myrkrið.
“Hvør er hatta? Í hasari myndini har?”
“Hvørjari mynd?” Pápi mín snaraði sær eitt sindur á, meðan hann royndi at fylgja mínari staran.
“Tann niðasta. Tann gamla kvinnan í hvíta kimononum.”
Pápi mín legði etingarpinnanar frá sær. Hann hugdi fyrst at myndini síðani at mær.
“Mamma tín.” Røddin hjá honum gjørdist hørð. “Kennur tú ikki tína egnu mammu?”
“Mamma mín. Sært tú, tað er myrkt. Eg síggi hana ikki serliga væl.”
Ongin segði nakað í nøkur sekund, so reistist Kikuko. Hon tók myndina niður av vegginum, kom aftur til borðið og gav mær hana.
“Hon sær nógv eldri út,” segði eg.
“Hatta bleiv tikið, stutt áðrenn hon doyði,” segði pápi mín.
“Tað var myrkrið. Eg sá onki serliga væl.”
Eg hugdi upp og sá, at pápi mín hevði rætt hondina fram. Eg gav honum myndina. Hann hugdi gjølla at henni og rætti hana síðani til Kikuko. Lýðin reistist systir mín enn eina ferð og setti myndina aftur á veggin.
Ein stór grýta stóð enn órørd mitt á borðinum. Tá Kikuko hevði sett seg aftur, toygdi pápi mín seg fram og lyfti lokið. Eitt dampskýggj reis upp úr henni og krúllaðist upp undir lampuna. Hann skumpaði grýtuna eitt sindur móti mær.
“Tú mást vera svangur,” segði hann. Ein síða av andlitinum var fallin í skugga.
“Takk.” Eg rætti hondina við etingarpinnunum fram. Dampurin var skoldandi heitur. “Hvat er hetta?”
“Fiskur.”
“Tað luktar væl.”
Í súpanini vóru fiskabitar, samankrympaðir til bóltar. Eg tók ein úr og flutti hann yvir á skálina hjá mær.
“Fá tær. Her er nokk.”
“Takk.” Eg fekk mær eitt sindur meira og skumpaði síðani grýtuna yvir aftur til pápa mín. Eg hugdi at, meðan hann tók fleiri stykkir upp í sína skál. Síðani hugdu vit báðir at, meðan Kikuko eisini fekk sær.
Pápi mín boygdi høvdið. “Tú mást vera svangur,” segði hann aftur. Hann fekk sær eitt fiskapetti upp í munnin og byrjaði at eta. Síðani valdi eg mær eitt stykki og koyrdi tað í munnin. Tað kendist bleytt, kjøtmikið móti tunguni.
“Smakkar væl,” segði eg. “Hvat er tað?”
“Bara fiskur.”
“Smakkar sera væl.”
Vit ótu í friði øll trý. Fleiri minuttir gingu.
“Meira?”
“Er nokk?”
“Her er nokk til okkum øll.” Pápi mín lyfti lokið og enn einaferð reistist dampurin úr grýtuni. Vit toygdu okkum øll fram at fáa okkum upp í skálina.
“Hygg,” segði eg við pápa mín. “Fá tygum tykkum tann síðsta bitan.”
“Takk fyri.”
Tá máltíðin var av, rembdi pápi mín sær og geispaði nøgdur. “Kikuko,”’ segði hann. “Vinarliga ger eina kannu av te.”
Systir mín hugdi at honum og fór síðani úr rúminum uttan at siga nakað. Pápi mín fór á føtur.
“Lat okkum fara inn í hitt kamarið. Tað er í so heitt her inni.”
Eg reistist og fylgdi honum inn í te-stovuna. Tey stóru skjótuvindeyguni vóru opin, so at eitt lot slapp inn úr urtagarðinum. Í eina løtu sótu vit í friði.
“Pápi,” segði eg at enda.
“Ja?”
“Kikuko segði mær at Watanabe-San tók familju sína við sær.”
Pápi mín hugdi niður og nikkaði. Í nakrar løtur var tað, sum um hann var burturi í tonkum sínum. “Watanabe halgaði seg til sítt arbeiði,” segði hann at enda. “Tað, at fyritøkan fór á húsagang, var ein stórur skelkur fyri hann. Eg eri bangin fyri, at tað kann hava viknað um hansara metingarevni.”
“Tú heldur, at tað sum hann gjørdi – tað var ikki rætt?”
“Ja, sjálvandi. Sært tú øðrvísi uppá tað?”
“Nei, nei, sjálvandi ikki.”
“Tað er annað til enn arbeiði.”
“Ja.”
Vit tagdu aftur. Ljóðið av ongsprettum hoyrdist úr havanum. Eg hugdi út í myrkrið. Brunnurin var ikki at síggja longur..
“Hvat heldur tú, at tú fert at gera nú?” spurdi pápi mín. “Fert tú at vera verandi í Japan í eina tíð?”
“Satt at siga so havi eg ikki hugsað somikið fram.”
“Um tú hevði ynskt at búð her, eg meini her í hesum húsum, so hevði tú verið vælkomin. Altso um tú onki hevur ímóti at búleikast saman við einum gomlum manni.”
“Takk fyri. Eg má hugsa um tað.”
Eg stardi enn eina ferð út í myrkrið.
“Men sjálvandi,” segði pápi mín, “hesi húsini eru so døpur og keðilig nú. Tú flytir óiva skjótt aftur til Amerika.”
“Kanska. Eg veit ikki enn.”
“Tað gert tú nokk.”
Eina løtu tóktist tað, sum um pápi mín sat og eygleiddi hendurnar hjá sær. Síðani hugdi hann upp og suffaði.
“Kikuko verður liðug við lesnaðin komandi vár,” segði hann. “Kanska hon vil koma heim at búgva tá. Hon er ein góð genta.”
“Kanska vil hon tað.”
“Tá verður alt betri.”
“Ja, tað ivist eg ikki í.”
Vit tagdu eitt bil, meðan vit bíðaðu eftir, at Kikuko skuldi koma við tenum.
(DH)