Nú er feriutíð, og nógv okkara sleppa bindingum til heim og arbeiði eina lítla løtu. Gerandisstríðið verður lagt til síðis, og tíðin kennist meira flótandi. Í nakrar dagar.
Men áðrenn vit vita av, eru vit aftur í vanliga sjagginum, og 1. september er seinasta freist at lata tekstir inn til Varðan, sum kemur út mánðarskiftið oktober/november.
Tað hevur verið hugaligt, at bæði lesandi og skrivandi hava víst Varðanum ans, og ritstjórin kann ikki annað enn gleðast um, at Varðin í vár longu er útseldur.
Nakrir tekstir eru longu komnir inn til heystútgávuna, og vónandi senda enn fleiri tekstir inn til dorit@grein.fo
::
Í fyrra Varðanum í ár hevði Firouz Gaini eina grein um framtíðartankar hjá føroyskum ungdómi. Undir heitinum At fara burtur fyri at sleppa heim viðger hann nýggja ungdómskanning í ljósinum av ástøði um flótandi modernitet.
Sambært polska sosiologinum Zygmunt Bauman er nútíðarsamfelagið eyðmerkt av støðugum broytingum og nærum markleysum flytføri. Í staðin fyri at tosa um røtur brúkar Bauman myndina av einum akkerið, tí akkerið kann hálast upp og kastast útaftur. Tú kvettir ikki akkerið tá tú skalt víðari; tú tekur tað bara við tær.
::
Saman við Ester Áarskarð hevur Firouz Gaini gjørt 40 einstaklingasamrøður við næmingar úr tveimum áttanda flokkum, einum í høvuðsstaðnum og einum í Eysturoynni. Og niðurstøðan tykist vera, at føroyski ungdómurin ikki er bangin fyri at flyta seg, men samstundis er sterkt knýttur at heimstaðnum.
Flestu næmingarnir rokna við at flyta uttanlands, í minsta lagi í eitt avmarkað tíðarskeið í framtíðini, men tey ætla eisini at koma aftur til heimbýin – ella nærindis heimbýin – tá tey verða vaksin og skulu festa búgv. Sum ein av teimum ungu sigur:
“Eg elski søgu og sovorði…so eg rokni við at eg fari at ferðast ordiliga nógv. Eg ætli mær at læra so nógv, ella innan eg blívi 30 havi eg so nógvar ætlanir um at ferðast so nógv, sum eg kann…og síðan komi eg aftur til Føroyar…kanska eg flyti heim tí at tað er tryggari her enn at vera aðrastaðni…um eg fái børn og sovorði…”
::
Vanligastu frágreiðingar fyri at flyta burtur eru knýttar at útbúgving og arbeiði, men einhvør kann hava sínar persónligu orsøkir til at flyta burtur frá tí heimliga og kenda eina tíð. Tað gongur tó aftur, at hóast tey verða burtur í mong ár, so ætla tey ungu sær heimafur. Sum Firouz Gaini skrivar um eina gentu í Havn:
“Óansæð um hon fer at lesa og arbeiða í Danmark í nógv ár, so er Jenny vís í, at hon aftaná fer at flyta heimaftur til Føroya. Tað er hennara mál. Hon veit at tað er eitt lítið pláss, sum ikki hevur alt av øllum, men eftirsum hon vaks upp við hesum umstøðunum og veit akkurát hvat tað inniber, so kann hon saktans ímynda sær eitt gott lív her.”
::
Niðurstøðan hjá Firouz Gaini er tí, at myndin av flótandi modernitetinum møguliga undirmetir lokala samleikan og mentanarliga treystleikan. Kanningin bendir í øllum førum á, at ikki øll ungfólk ræðast tað at vera ‘bundin’ at heiminum hjá sær, eins og Bauman annars hevur hug at hevda.
“Sum vit hava sæð í hesum teksti, so ynskja tey flestu ungu í Føroyum ikki at flyta fyri at rýma, men at flyta fyri at koma heimaftur. Á hendan hátt kann ferðingar-ringrásin tulkast sum ein natúrligur partur av samanhanginum og framhaldinum í samfelagnum. Vit hava sæð, at ungir føroyingar hámeta sítt frælsi at flyta – at sjálvir velja hvar teir skulu búgva – men samstundis eisini, at teir varliga og tilvitað tryggja seg ímóti at missa tilknýtið til familjuna og heimið.”
::
Varðin fer at ynskja okkum øllum eina góða, flótandi feriu. Og teimum, sum eftir frítíðina fara at leita sær uttanlands at búgva, ynskja vit góða ferð og eitt mennandi uppihald. Taka tit akkerið við, ella lata tit tað liggja eftir her hjá okkum, ja, tað er tykkara frælsi og tykkara ábyrgd.
Í meðan fara vit at byggja varðar.
Varðar, sum peika bæði aftur og fram.
Næsta innlatingarfreist er 1. september.
::
(Myndin hjá Thomas Arge er í úrvalinum “Grind í List” eftir Solveig Hanusardóttir Olsen, sum var í Varðanum í vár.)