10. desember – Onkuntíð má man gera okkurt

Her er ein brellbiti úr søguni Onkuntíð má man gera okkurt eftir Sámal Soll. Restin av ræðandi søguni kann lesast í nýggjasta Varðanum, nr. 89, 2022, sum fæst í bókabúðunum ella við at tekna seg sum haldara.

Varðin 89 lagdur fram í dag

Í dag, 19. november 2022 verður 89’indi Varðin lagdur fram á Bókadøgur í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byrjar kl. 13 og fleiri av høvundunum í hesum Varðanum fara at lesa upp úr tekstum sínum. Tey, sum lesa eru: Paula Gaard Andrea Arnfríðardóttir Sámal Soll Solveig Hanusardóttir Olsen Arnbjørn Dalsgarð

Ein bøn fyri Salman Rushdie

Eftir Paul Auster (1993) Sámal Soll týddi Tað fyrsta eg gjørdi í morgun, áðrenn eg setti meg at skriva, var at hugsa um Salman Rushdie. Hetta havi eg gjørt hvønn morgun í skjótt fýra og eitt hálvt ár, og nú er tað vorðið ein týdningarmikil partur av míni dagligu arbeiðsgongd…. les meira

Kampmann og Ishiguro – og ein stuttsøga meðan vit bíða

6. oktober varð kunngjørt, at bretski Kazuo Ishiguro, fær Bókmentavirðisløn Nobels fyri 2017. Í grundgevingini segði svenska dómsnevndin m.a., at Ishiguro við sínum skaldsøgum hevur “avdúkað avgrundina undir okkara fyrikyklaðu kenslu av sambandi við heimin,” og at søgur hansara vóru drivnar av einari “stórari kenslubornari styrki.” Eingin skaldsøga eftir Ishiguro… les meira