15. desember – Ævigt summar endaleyst vár

Týðingar eru eisini ein týðandi partur av tilfarinum í Varðanum. Í Varðanum 87, 2020, hevur Sanna A. Dahl týtt okkum hesa frálíku Bónusyrkingina hjá Andra Snær Magnason úr íslendskum. Varðin 87 er enn at fáa, antin í bókabúðunum ella hjá Bókamiðsøluni.

2. desember – Havið, bláa havið

Andri Snær Magnasson skrivaði bókina Um Tímann og vatnið í 2019. Í Varðanum 88, 100. árgangur, týddu Sanna A. Dahl og Guðrun í Jákupsstovu brot úr bókini, ið kallast Havið, bláa havið. Her er ein brellbiti úr bókini: Øll greinin kann lesast í Varðanum 88, 100. árgangur, sum er at… les meira

Varðin 89 lagdur fram í dag

Í dag, 19. november 2022 verður 89’indi Varðin lagdur fram á Bókadøgur í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byrjar kl. 13 og fleiri av høvundunum í hesum Varðanum fara at lesa upp úr tekstum sínum. Tey, sum lesa eru: Paula Gaard Andrea Arnfríðardóttir Sámal Soll Solveig Hanusardóttir Olsen Arnbjørn Dalsgarð

Varðin hesa vikuna: Eg eri ein handverkari

Hesa vikuna, vika 48 í 2020, geva vit tykkum ein brellbita úr nýggja fríska Varðanum, nevniliga fyrstu reglurnar í samrøðuni, sum ritstjórnin hevði við Gunnvá Zachariasen, sjónleikara, í summar.Myndinar í greinini hevur Gwenaël Akira Helmsdal Carré tikið fyri Varðan. “Eg eri ein handverkari” Samrøða við Gunnvá Zachariasen, sjónleikara, 4. juli… les meira

Andri Snær í Føroyum við fyrilestri og Bónusyrkingum

Í næstu viku vitjar íslendski rithøvundurin og umhvørvisaktivisturin Andri Snær Magnason í Føroyum. : Andri Snær vitjar í Føroyum bæði í samband við árliga fundin hjá norðurlendsku umhvørvisfelagagsskapunum, sum í ár verður hildin í Føroyum, og tí at yrkingasavn hansara, Bónusljóð, kemur út í føroyskari týðing. Bónusljóð er eitt tað mest selda… les meira