12. desember – Brot

Nýggjasti Varðin, nr 89, 2022, hevur nógv áhugavert at bjóða, stuttsøgur, yrkingar, ummæli og fleiri greinar um ymiskt mentanartilfar. Anna Maria Dam Ziska hevur skrivað eina áhugaverda grein um samtíðalist í samband við framsýningina “Brot” sum er í Listaskálanum í hesum døgum. Lesi greinina alla sum hon er í Varðanum… les meira

11. desember – Sunnumorgun

Hendan 3. sunnudagin í adventu er hóskandi at lata ein brellbita av stuttsøguni Sunnumorgun eftir Sólrún Michelsen sleppa út á heimasíðuna, at lokka tykkum oman í bókabúðirnar at keypa spildurnýggja Varðan, nr. 89, 2022, har søgan kann lesast í síni heild. Sjálvandi ber eisini til at tekna seg sum haldara.

10. desember – Onkuntíð má man gera okkurt

Her er ein brellbiti úr søguni Onkuntíð má man gera okkurt eftir Sámal Soll. Restin av ræðandi søguni kann lesast í nýggjasta Varðanum, nr. 89, 2022, sum fæst í bókabúðunum ella við at tekna seg sum haldara.

9. desember – Áðrenn stjørnurnar sløkna

Næstu dagarnar fara vit at lata tykkum fáa ein brellbita av nøkrum stuttsøgum, sum eru í nýútkomna Varðanum, nr. 89, 2022. Vónandi verða tit so forvitin, at ti leypa oman at keypa Varðan í bókabúðunum ella tekna tykkum sum haldarar. Fyrsta søgubrotið er eftir Vónbjørt Vang. Søgan eitur Áðrenn stjørnurnar… les meira

Varðin er við!

Leygardagin var Varðin 89 lagdur alment fram á hátíðarløtu á Bókadøgur 2022 í Norðurlandahúsinum. Nakrir av høvundunum úr hesum Varðanum lósu upp úr verkum sínum. Her eru nakrar myndir frá tiltakinum: Varðin 89 er á tremur við áhugavedum tilfari, heilar 298 síður. Varðin fæst við at tekna seg sum haldara,… les meira

Varðin 89 lagdur fram í dag

Í dag, 19. november 2022 verður 89’indi Varðin lagdur fram á Bókadøgur í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byrjar kl. 13 og fleiri av høvundunum í hesum Varðanum fara at lesa upp úr tekstum sínum. Tey, sum lesa eru: Paula Gaard Andrea Arnfríðardóttir Sámal Soll Solveig Hanusardóttir Olsen Arnbjørn Dalsgarð

Ein bøn fyri Salman Rushdie

Eftir Paul Auster (1993) Sámal Soll týddi Tað fyrsta eg gjørdi í morgun, áðrenn eg setti meg at skriva, var at hugsa um Salman Rushdie. Hetta havi eg gjørt hvønn morgun í skjótt fýra og eitt hálvt ár, og nú er tað vorðið ein týdningarmikil partur av míni dagligu arbeiðsgongd…. les meira