Varðin hesa vikuna: Eg eri ein handverkari

Hesa vikuna, vika 48 í 2020, geva vit tykkum ein brellbita úr nýggja fríska Varðanum, nevniliga fyrstu reglurnar í samrøðuni, sum ritstjórnin hevði við Gunnvá Zachariasen, sjónleikara, í summar.
Myndinar í greinini hevur Gwenaël Akira Helmsdal Carré tikið fyri Varðan.

“Eg eri ein handverkari”

Samrøða við Gunnvá Zachariasen, sjónleikara, 4. juli 2020

Sanna Klein, Sanna Andrasasdóttir Dahl, Rakel Helmsdal

Í ár læt Mentanargrunnur Landsins trimum listafólkum listafólkaløn í trý ár: Gunnvá Zachariasen, Rakel Helmsdal og Silju Strøm. Grundgevingin fyri, at Gunnvá Zachariasen fekk listafólkaløn, var hendan:

“Gunnvá Zachariasen hevur seinastu mongu árini arbeitt málrættað og heilhugað við leiklistini. Gunnvá er best kend sum sjónleikari, ið ber fram á pall menniskjað, við øllum sínum brigdum og fjølbroytni, og bera listarligu avrik Gunnváar boð um djúptøkni og hegni í hennara arbeiðslag.”

Ritstjórnin á Varðanum hitti Gunnvá ein vátan og kaldan leygardag í juli, og vit fingu eitt gott prát um tað at vera listafólk, um íblásturin og umstøðurnar sum heild hjá leiklist í Føroyum og uttanlands.

Kanst tú siga okkum eitt sindur um, hví tú valdi sjónleikin, og hvussu tað var at fáa listafólkalønina?

“Eg haldi, at eg geri sjónleik, tí eg varð hálað við til allar møguligar leikir sum barn, eisini teir, sum ikki vóru til børn, Jeppe á fjallinum t.d. Eg gjørdist bergtikin longu tá, serliga tí tað ikki var til ávísar málbólkar og aldursbólkar. Tá Gríma ferðaðist um landið fyrr, komu øll til leikirnar hjá teimum, børn, ung og gomul. Mann skal ikki altíð seta etikettir á alt, tað avmarkar áskoðaran og tann útinnandi. Tá fólk hyggja at mínum leikum, vóni eg, at tey onkursvegna koma í dialog við seg sjálv. At tey blíva rakt. Tað er ikki neyðugt at definera tað, hesa kensluna, men tað hevur týdning at røra fólk onkursvegna,“ greiðir Gunnvá frá.

Hon sær ikki seg sjálva sum eitt listafólk, men sum ein handverkara: “List er nakað, eg fáist við, men eg føli meira, at eg eri ein handverkari, sum saman við øðrum geri nakað, sum kanska kann blíva til list. Eg havi eisini eina listaliga útbúgving, men hon er fyrst og fremst ein handverkaraútbúgving, ein meistaralæruútbúgving. Men tað er bara tí, eg havi so stóra virðing fyri orðinum “list”. Eg veit, at tað eg geri er list, men eg havi ikki hugsað meg sum listafólk, tað haldi eg eisini, at tað kunnu onnur seta á meg, um tey halda tað – ella ikki. Eg gangi sum so ikki  so nógv upp í hasi heitini.

—————————————————————————————————————-

Øll greinin og myndirnar eru í nýggjasta Varðanum, ið er at fáa í øllum bókabúðum. Eisini ber til at tekna hald og tryggja tær at fáa Varðan heim beinanvegin hann kemur út!

Rættindini til greinina eigur Varðin.
Rættindini til myndirnar eiga Varðin og Gwenaël Akira Helmsdal Carré.

Tagged , , , , , , , . Bookmark the permalink.

Comments are closed.