Í november í fjør var stórsligin leikuppseting í Norðurlandahúsinum. Hedvig Westerlund-Kapnas hevur skrivað ummælið av sýningini. Hesa vikuna, viku 50 í 2020 velja vit at geva tykkum ein ein brellbiti úr ummælinum. Les restina í Varðanum 87, sum er at fáa í øllum bókhandlum, ella enn betur: Tekna eitt hald og fá Varðan í postkassan so skjótt hann kemur út!
Hamlet í Norðurlandahúsinum – ein stórsligin uppliving
Hamlet við Det Ferösche Compagnie
Hedvig Westerlund-Kapnas
Palllist í Føroyum er aloftast myndað av siðbundnu fatanini, at leikarar spæla á einum palli fyri eini áskoðarafjøld, aloftast sitandi. Síðan tøkniligu menningina av ljóði og ljósi verður framførslan aloftast lík filmi ella sjónvarpi, hóast “live”.
Hamlet við Det Ferösche Compagnie, í samstarvi við Tjóðpall Føroya og Norðurlandahúsið, breyt úr hesum leisti. Ein stórsligin, djørv uppseting. Hóast her eisini er talan um eina framførslu við leikarum framman fyri áskoðarum, við ljósi og ljóði sum sameindum pørtum av heildarupplivingini, so var leikurin í stóran mun fluttur frá teksti til samspæl, har leikararnir myndaðu tvídráttirnar fysiskt í rúminum í “ferðaleiki”, t.e. at áskoðararnir vórðu førdir úr høli í høli undir leikinum.
Vit kenna aftur dramaturgiina við frásøgufólki sum vegleiðara frá eitt nú leikinum Hørpuríma, sum Hans Tórgarð setti upp í Sjónleikarhúsinum í 2006 við Búa Dam sum frásøgufólki. Tann fysiska leikin, har spælt verður við akrobatikki og við rúminum, kenna vit frá leikinum Regni og øðrum framleiðslum hjá Det Ferösche Compagnie. Og myndir sum tann risastóra andlitsmyndin av Claudius kongi er sama myndamál sum í útgávukonsertini hjá Búa Dam (Man on Stage 2011) í Norðurlandahúsinum, har Sámal Blak eisini gjørdi pallmyndina.
Men í Hamlet, leikstjórnað av Búa Dam, við palli eftir Sámal Blak og í eminentari nýtýðing av leikritinum, sum Hans Tórgarð hevur gjørt, spældur av bestu leikarum, Føroyar eiga, væl stuðlað av kórinum Tariru, tónasmiðinum Tróndi Bogasyni og einum heilum hópi av góðum fólki handan pallin, fekk virtuositeturin hjá leikarunum loyvi til at eksplodera. Hesa ferð hevði leiklist í Føroyum rúmd til at vera stór, vill og gjøgnumførd.
….
Les restina av ummælinum í Varðanum 🙂