Hesa vikuna, vika 49 í 2020, geva vit tykkum ein brellbita úr nýggja fríska Varðanum, nevniliga fyrstu reglurnar í stuttligu stuttsøguni “Strutsurin” eftir franska yrkjaranum og filmsritahøvundanum Jacques Prévert (1900-1977). Malan Marnersdóttir týddi.
Pernille Mejslov teknaði frálíku myndina til søguna.
Strutsurin
Tá ið Tummillítli var einsamallur eftir í skóginum og sløddi smásteinar aftan á sær fyri at finna til hús aftur, visti hann ikki, at ein strutsur fylgdi aftan á honum og pikkaði smásteinarnar upp ein fyri og annan eftir.
Hetta er tann sanna søgan, tað er soleiðis, tað var …
Tummillítli vendir sær við: eingir steinar!
Hann er púra vilstur, eingir steinar, eingin afturkoma, einki heim, eingin pápi og mamma.
“Tað er spell,” segði hann fyri seg sjálvan.
Knappliga hoyrir hann látur og ringlandi klokkur og áartutl og trompetir, ein stormur av ljóðum, harðligur tónleikur, merkiligur, men als ikki ódámligur og fullkomiliga ókendur. So setir hann høvdið upp gjøgnum leyvið og sær ein dansandi struts, sum hyggur at sær og heldur uppat at dansa:
…….
Øll stuttsøgan myndin í góðum prenti eru í nýggjasta Varðanum, ið er at fáa í øllum bókabúðum. Eisini ber til at tekna hald og tryggja tær at fáa Varðan heim beinanvegin hann kemur út!
Rættindini til týðingina eiga Varðin og Malan Marnersdóttir.
Rættindini til myndirnar eiga Varðin og Pernille Mejslov.