Varðin nýggjan ritstjóra

Mentanarritið Varðin hevur fingið nýggjan ritstjóra. Tað er 44 ára gamla Dorit Hansen, sum nú skal ritstjórna 94 ára gamla tíðarritinum.

Dorit Hansen arbeiðir sum ritstjóri í Námi og hevur eisini arbeitt sum fríyrkismiðlafólk, har hon m.a. hevur ritstjórnað eykablaðnum Mentan hjá Miðlahúsinum. Dorit er útbúgvin cand. mag í enskum og samtíðarsøgu/samfelagsgreining, og hevur drúgvar royndir sum miðnámsskúlalærari.

Varðin byrjaði sum mentanarligur felagsskapur í 1912, og í 1921 kom fyrsta tíðarritið út. Nógvir góðir menn hava ritstjórnað Varðanum. Úr rúgvuni kunnu vit nevna Gunnar Hoydal, Steinbjørn B. Jacobsen, Christian Matras, Heðin Brú, William Heinesen og Rikard Long.

Seinastu trý árini hevur rithøvundurin Agnar Artuvertin verið ritstjóri, og frammanundan ritstjórnaði Poul Andreasen tíðarritinum í góð 25 ár. Dorit Hansen verður fyrsta kvinnan í ritstjórnini.

Og sambært nýggja ritstjóranum er framvegis tørvur á Varðanum.

– Í dag eru nógvir pallar, sum miðla mentan og viðgera bókmentir, men tað er framvegis stórur tørvur á einum tíðarritið sum Varðanum. Vit hava brúk fyri einum palli, sum loftar og viðger stóra føroyska útgávuvirksemi og lýsir føroyska mentanarsøgu. Og vit hava tørv á einum palli, sum hýsir bæði góðum skaldskapi og kritiskari mentanarviðgerð. Ein slíkur pallur skal Varðin vera.

Nevndin ynskir Dorit Hansen góða eydnu við starvinum og vil eisini takka Poul Andreasen og Agnari Artuvertin fyri tað stóra arbeiðið, teir hava gjørt fyri mentanarritið.

Eftir ætlan kemur fyrsti Varðin við nýggju ritstjórnini út í vár, og málið er, at tíðarritið skal koma út tvær ferðir um árið. Tey, sum vilja hava tilfar givið út í Varðanum, kunnu senda tað til dorit@grein.fo.

Bookmark the permalink.

Comments are closed.