1. desember – Bøn fyri friði í Ukraina

Jana Mortensen sendi Varðanum hendan hugtakandi tekstin:

BØN FYRI FRIÐI I UKRAINA í Hoyvíkar kirkju

Ljóðið er ófrættakent … ljóðar sum hundraðtals flogfør flúgva beint oman fyri tekjuna á Hoyvíkar kirkju.

Óttin fyri bumbuálopi sníkir seg spakuliga runt í kroppinum og tekur kaldliga um hjartarøtur, tó at eg væl veit, at tað bara er vindurin uttanfyri, sum ger um seg …

Í Ukraina er tað ikki vindurin, sum spælir fólki eitt puss …

Lena og Niklas spæla í Hoyvíkar kirkju í kvøld. Ein sang, sum hvørki eg ella flest onnur nakrantíð hava hoyrt fyrr. Inniliga framborið og við einum einastandandi vøkrum og hugvekjandi teksti, sum fær tárini fram.

Eg dugi ikki at endurgeva hann, men eftir stendur boðskapurin, at trýrt tú á tað, sum er gott í heimi og lívi, er tað nokk tí, at onkur elskar teg …

Trúartónarnir frá Lenu og Niklasi vera avloystir av duninum frá eini ørgrynnu av stríðsvognum, sum bróta seg ígjøgnum skýmingina …

Ella er tað av vindi …

Í Ukraina er tað ikki vindurin, sum spælir fólki eitt puss …

Teitur setist við klaverið og letur tangentarnar lata upp fyri ørkymlandi kenslum í barmi, meðan rødd hansara flættar vónina inn í huglagið við “Hopeful” og minnir meg á, at eg eri heima í Føroyum í friði og náðum við lagnum “Home”.

Meðan klaverið tagnar burtur, ljóða trampini frá teimum túsundtals hermonnunum alsamt harðari á tekjuna…

Ella er tað vindurin?

Í Ukraina er tað ikki vindurin, sum spælir fólki eitt puss …

Viðhvørt missa fólk trúnna og vónina, sigur prestur.

Men størstur ER kærleikin, sum eigur lívið í lívi og deyða … í trúnni og vónini … í friði og náðum.

Rakettirnar hvína nú yvir tekjuni á Hoyvíkar kirkju …

Kanska er tað vindurin …

Í Ukraina er tað ikki vindurin, sum spælir fólki eitt puss …

Heima í stovuni hurrar Gekkurin.

Reyðu gliturdreingirnir spæla “Wind of Change”.

Vónandi raka vindarnir Ukraina …

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

Comments are closed.