Send tilfar til Varðan

Hey – hevur tú hug at vera við í komandi Varða?

Ritstjórnin sóknast eftir tilfari, hetta kann vera:

  • Yrkingar, stuttsøgur og annað forvitnisligt tilfar
  • Mentanargreinar
  • Ummæli av bókmentum, myndlist, tónleiki, filmi, sjónleiki og øðrum listagreinum
  • Týðingar av yrkingum, stuttsøgum o.ø.

Tilfarið skal, tá tá tað kemur inn, vera liðugt frá høvundsins síðu. Ritstjórnin kann koma við viðmerkingum til broytingar og rættingar. Tá eigur høvundurin at viðgera hesar og senda tilfarið inn aftur sum skjótast. Ritstjórnin tilskilar sær rætt til ikki at lata alt innkomið tilfar prenta í Varðan

Freist at senda nýtt tilfar til Varðan er 1. juni 2023, men tilfarið er sera vælkomið í góðari tíð áðrenn.

Tilfar, uppskot um tilfar ella spurningar skullu sendast til ritstjorn@mentanarrit.fo

Comments are closed.