Tekstir til næsta Varðan

Nógvir tekstir eru longu komnir inn til næsta Varðan. Men tað er pláss fyri eitt sindur av tilfari afturat. Hevur tú onkran tekst, sum tú kundi hugsað tær at útgivið? So ert tú vælkomin at senda inn. Innlatingarfreistin er 1. mars 2018 Tekstir skulu sendast til dorit@grein.fo  

Skjót fyrst – Inngangur í Varðanum 84,2

Vit spyrja ikki: Hava vit brúk fyri einum fólkaskúla í 21. øld? Og vit ivast ikki í, at okkum tørvar matvøruhandlar í 2017. Í báðum førum er tørvurin týðuligur, og hann verður nøktaður við ávikavist almennari fígging og privatari sølu. Tá vit spyrja, um vit hava brúk fyri einum føroyskum… les meira

Nýggjur Varði komin út

Ársins seinna hefti av Varðanum er komið út.  Mentanarritið er sent til haldarar og verður í bókasølum í næstu viku. Millum greinarnar hesaferð eru portrettsamrøða við Tórodd Poulsen, grein um býarvøkstur í Havn eftir Erland Viberg Joensen, grein um føroyavinin John West eftir Óla Olsen og fyrilestur um norska tilknýtið… les meira

Kampmann og Ishiguro – og ein stuttsøga meðan vit bíða

6. oktober varð kunngjørt, at bretski Kazuo Ishiguro, fær Bókmentavirðisløn Nobels fyri 2017. Í grundgevingini segði svenska dómsnevndin m.a., at Ishiguro við sínum skaldsøgum hevur “avdúkað avgrundina undir okkara fyrikyklaðu kenslu av sambandi við heimin,” og at søgur hansara vóru drivnar av einari “stórari kenslubornari styrki.” Eingin skaldsøga eftir Ishiguro… les meira