6. desember – Katastrofuklár

Katastrofuklár longu í móðurlívi – ein grein umbókmentir, ummæli og kyn Nýggjasta Varðanum, nr. 89, árgangur 101, innleiðir Paula Gaard við áhugaverdari grein úr gransking síni um ummæli av føroyskum bókumentum í nýggjari tíð. Her er ein heilt stuttur brellbiti úr greinini: Varðin 89 er at fáa í bókabúðunum.

5. desember – Steinur

Nýggj listagrein í Varðanum Varðin 88 hevði fyri fyrstu ferð í søgu Varðans eina teknirøð á prenti, eina teknirøð teknað serliga til Varðan. Tað var Jonas í Dali, sum sendi okkum hugtakandi teknisøguna “Steinur.” Her er ein síða úr søguni. Øll søgan kann lesast í Varðanum 88, 100 árgangur, sum… les meira

4. desember – Vøkstur

Annika Dalsgaard er eisini ein av okkara ungu høvundum. Hon hevur roynt seg bæði sum stuttsøguhøvundur og týðari. Hendan yrking hennara stóð í Varðanum 88, 2021. Fleiri tekstir hjá Anniku eru at síggja í Varðin 88 og 89, sum eru at fáa í bókabúðunum.

3. desember – yrking

Askur Skaalum Gregersen er ein av ungu yrkjarum okkara. Hendan ritstjórnin hevur síðan byrjan havt eina miðvísa ætlan um at geva debutantum rúm í Varðanum. Hendan yrking Asks stóð í Varðanum 88, 2021. Fleiri yrkingar hjá Aski eru í Varðanum 88 og 89. Báðir Varðar eru at fáa í bókabúðunum.