Varðin 89 lagdur fram í dag

Í dag, 19. november 2022 verður 89’indi Varðin lagdur fram á Bókadøgur í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byrjar kl. 13 og fleiri av høvundunum í hesum Varðanum fara at lesa upp úr tekstum sínum. Tey, sum lesa eru: Paula Gaard Andrea Arnfríðardóttir Sámal Soll Solveig Hanusardóttir Olsen Arnbjørn Dalsgarð

Ein bøn fyri Salman Rushdie

Eftir Paul Auster (1993) Sámal Soll týddi Tað fyrsta eg gjørdi í morgun, áðrenn eg setti meg at skriva, var at hugsa um Salman Rushdie. Hetta havi eg gjørt hvønn morgun í skjótt fýra og eitt hálvt ár, og nú er tað vorðið ein týdningarmikil partur av míni dagligu arbeiðsgongd…. les meira

Varðin hesa vikuna: Hamlet í Norðurlandahúsinum

Í november í fjør var stórsligin leikuppseting í Norðurlandahúsinum. Hedvig Westerlund-Kapnas hevur skrivað ummælið av sýningini. Hesa vikuna, viku 50 í 2020 velja vit at geva tykkum ein ein brellbiti úr ummælinum. Les restina í Varðanum 87, sum er at fáa í øllum bókhandlum, ella enn betur: Tekna eitt hald… les meira